Løntakarar
11. mar 2022
27.200 løntakarar í februar — 0,8% fleiri enn í fjør
Seinastu tvey árini hevur vøksturin verið avmarkaður. Gongdin í løntakaratalinum hevur ikki verið tann sama sum undan koronufarsóttini, men nú tykist løntakaratalið aftur at vera vaksandi og vøksturin tiltakandi. Tað bendir trendurin á, sum lýsir rákið í løntakaratalinum.
[px-graph-1]
Fallið, sum sæst í grafinum, er í aprílmánaði í 2020, tá landið var farið niður í ferð.
Bæði fleiri menn og kvinnur í løntakaraskaranum
Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali, og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin.
Í februar vóru knappliga 13.900 menn og 13.300 kvinnur í løntakaraskaranum. Tað er um 50 fleiri menn og 200 fleiri kvinnur enn sama mánað í fjør.
[px-graph-2]
Gongdin ymisk í vinnugreinunum
Tær báðar myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum mánaðarliga.
Javnur vøkstur er í 'almennari o.a. tænastu' og 'privatu tænastuvinnunum'. Í byggivinnuni minkar løntakaratalið framvegis, men tó sær minkingin nú út til at vera avtakandi.
Innan 'fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu' eru sveiggini í løntakaratalinum størri enn í hinum vinnugreinabólkunum, men síðani aldudalin í 2011 sæst ein greiður vøkstur. Hesi árini er løntakaratalið í hesum vinnugreinabólkinum vaksið við umleið 600 — úr 3.500 upp í 4.100.
[px-graph-3]
[px-graph-4]
Talvan niðanfyri vísir løntakaratalið í ymsu vinnugreinunum, sum hoyra undir vinnugreinabólkarnar. Talvan vísir løntakaratalið í februar í mun til sama mánað í fjør.
[px-graph-5]
Stutt um løntakarar
Ein løntakari er millum 16 og 74 ár, fær A-inntøku og hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin. Løntakarar eru tey, sum í einum mánaði fáa løn útgoldna, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Hetta, uttan mun til um arbeiðsgevarin er føroyskur ella útlendskur.
Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í løntakaratalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.
Stutt um vinnugreinabólkarnar
Fiskivinna o.o. ráevnisvinna fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.
Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, Smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting.
Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.
Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m. (landsfyrisiting, kommunur og ríkisstovnar), Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.