Løntakarar
12. jul 2022
28.100 løntakarar í juni — 2% fleiri enn í fjør

Knappliga 28.100 vóru í løntakaraskaranum í juni. Tað er met fyri ein einstakan mánað. Hetta er samstundis aðru ferð, at løntakaratalið er farið upp um 28.000. Seinast var í desember í 2021.

Samanborið við juni í fjør, eru 550 fleiri í løntakaraskaranum. Vøkstur er 2,0%.

Seinastu tvey árini hevur vøksturin verið avmarkaður. Gongdin í løntakaratalinum hevur ikki verið tann sama sum undan koronufarsóttini, men nú tykist vøksturin at vera tiltakandi. Tað bendir trendurin á, sum lýsir rákið í løntakaratalinum.

[px-graph-1]

Fallið, sum sæst í grafinum, er í aprílmánaði í 2020, tá landið var farið niður í ferð.

Bæði fleiri menn og kvinnur í løntakaraskaranum

Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali, og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin. 

Í juni vóru um 14.400 menn og 13.700 kvinnur í løntakaraskaranum. Tað er um 300 fleiri menn og 250 fleiri kvinnur enn sama mánað í fjør.

[px-graph-2]

Gongdin ymisk í vinnugreinunum

Tær báðar myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið og mánaðarliga gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum.

Javnur vøkstur er í 'almennari o.a. tænastu' og 'privatu tænastuvinnunum'. Tað hava hinvegin verið færri løntakarar í byggivinnuni seinastu árini, men trendurin bendir á, at løntakaratalið ikki minkar longur.

Innan 'fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu' eru sveiggini í løntakaratalinum størri enn í hinum vinnugreinabólkunum, men síðani aldudalin í 2011 sæst ein greiður vøkstur. Hesi árini er løntakaratalið í hesum vinnugreinabólkinum vaksið við umleið 600 — úr 3.500 upp í umleið 4.100.

[px-graph-3]

[px-graph-4]

Talvan niðanfyri vísir løntakaratalið í ymsu vinnugreinunum, sum hoyra undir vinnugreinabólkarnar. Talvan vísir løntakaratalið í juni í mun til sama mánað í fjør.

[px-graph-5]

Lutfalsliga størri partur annan enn danskan ríkisborgaraskap

Alsamt størri partur av løntakaraskaranum hevur annan enn danskan ríkisborgaraskap. Í juni høvdu 6,5% løntakarunum annan enn danskan ríkisborgaraskap. Í juni í fjør var parturin 5,2%. Fyri 10 árum síðani høvdu 2,5% av løntakaraskaranum annan enn danskan ríkisborgaraskap.

[px-graph-6]

Seinasta árið er talið av løntakararum aðrastaðni frá enn úr Evropa vaksið og eru nú 3,2% av løntakaraskarnum. Sama mánað í fjør vóru tey 2,3%.

[px-graph-7]

Stutt um løntakarar

Ein løntakari er millum 16 og 74 ár, fær A-inntøku og hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin. Løntakarar eru tey, sum í einum mánaði fáa løn útgoldna, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Hetta, uttan mun til um arbeiðsgevarin er føroyskur ella útlendskur.

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í løntakaratalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.

Stutt um vinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.o. ráevnisvinna fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, Smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting.

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m. (landsfyrisiting, kommunur og ríkisstovnar), Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.

PX Web Graph News