Arbeiðsloysi
29. apr 2021
Arbeiðsloysið 1,6% í februar

Í februar var arbeiðsloysið 1,6%, ið svarar til 470 fulltíðararbeiðsleys.

Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysið og gongdina í arbeiðsloysinum. Káma strikan vísir arbeiðsloysisprosentið og sterka strikan vísir gongdina ella trendin í arbeiðsloysinum.  

Arbeiðsloysið var 1,6% í februar, ið svarar til 470 fulltíðararbeiðsleys. Tilsamans vóru um 570 persónar raktir av arbeiðsloysi.

Arbeiðsloysið var til samanberingar 1,3% sama mánað árið fyri. 

Trendurin vísir, at stillstøða er í arbeiðsloysinum, ið merkir at tað hvørki hækkar ella lækkar.

[px-graph-1]

Í februar var arbeiðsloysið 1,6% hjá monnum og 1,5% hjá kvinnum. Sama mánað í 2019 var tað 1,1% hjá monnum og 1,4% hjá kvinnum.

[px-graph-2]

Landkortið vísir arbeiðsloysið eftir øki. Í februar var arbeiðsloysið hægst í Suðuroy við 2,6% og lægst í Norðoyggjum við 1,0% og Eysturoy við 1,1%.

[px-graph-3]

Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið arbeiðsleys. Í februar vóru 10,2% langtíðararbeiðsleys av teimum arbeiðsleysu, tað vil siga tey høvdu verið arbeiðeiðsleys í meira enn 1 ár. Sama mánað árið fyri vóru 10,3% langtíðararbeiðsleys.

[px-graph-4]

Hví eru arbeiðsloysistølini tveir mánaðir afturút?

Arbeiðisloysistølini eru umleið tveir mánaðir afturút, tí fleiri seinkaðar skrásetingar um tey arbeiðsleysu verða gjørdar, eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað góðar tveir mánaðir, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um arbeiðsloysi

Arbeiðsleys hava einki arbeiði, eru fult tøk fyri arbeiðsmarknaðin og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Arbeiðsleys eru persónar millum 16 og 66 ár, sum eru skrásettir sum arbeiðsleysir hjá ALS og Almannaverkinum eftir treytunum omanfyri.

Tvey mát verða brúkt at gera arbeiðsloysið upp: fulltíðararbeiðsloysi og rakt av arbeiðsloysi.

Rakt av arbeiðsloysi: Tal á persónum, sum hava verið arbeiðsleysir ein dag ella fleiri í mánaðinum.

Fulltíðararbeiðsleys: Av tí at øll ikki eru arbeiðsleys allar dagarnar í einum mánaði, verða øll, sum eru rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíðararbeiðsleys.

Arbeiðsloysisprosent: Fulltíðararbeiðsloysið í mun til støddina á arbeiðsfjøldini.

Stutt um trendin

Gongdin er lýst við trendinum, ið vísir rákið í arbeiðsloysinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í arbeiðsloysinum.

PX Web Graph News