Fólkatal
10. mar 2022
Fólkatalið var 53.752 tann 1. februar

Fólkatalið er vaksið við 784 ella 1,5% seinasta árið. Tað er sami lutfalsligi vøkstur sum fleiri undanfarin tíðarskeið. Um gongdin heldur fram, verða vit 54.000 fólk um fáar mánaðar.

Ein triðingur av vøksturin kemur av einum burðaravlopi á 246 fólk, og tveir triðingar koma frá eini nettoflyting á 538 fólk. Burðaravlopið er munurin millum fødd og deyð, og nettoflytingin er munurin ímillum til- og fráflyting. Trendurin á myndini niðanfyri vísir framhaldandi vøksturin í fólkatalinum.

[px-graph-1]

Seinasta árið

Fólkatalið hevur í longri tíð verið javnt vaksandi, men stórur munur er á økjunum kring landið. Seinasta árið hevur fólkavøkstur verið í øllum økjum uttan Sandoyar. Størsti vøkstur á 2,1% var í Suðurstreymoyar og Eysturoyar økjum. Minkingin í Sandoyar øki seinasta árið var 2,2%. 

Burðaravlopið var positivt í øllum økjum uttan Sandoyar og Suðuroyar, og samlaða nettoflytingin var positiv í øllum økjum uttan Norðstreymoyar og Sandoyar. 

r

Gongdin seinastu 10 árini

Samanborið við 1. februar 2012 er fólkatalið vaksið í øllum økjum norðanfjørðs. Størsti vøksturin hevur verið í Suðurstreymoy og Eysturoy við 15-16%, síðani í Vágunum, Norðoyggjum og Norðstreymoy við 5-11%. So gott sum ongin broyting hevur verið í Suðuroyar øki, og Sandoyar øki hevur sum tað einasta havt eina minking í fólkatalinum á umleið 5%. Prosentvísa gongdin síðan 2012 sæst í myndini niðanfyri. 

[px-graph-2]

Ójavna býtið av fólkavøkstrinum kring landið hevur ført við sær eitt sindur av broyting í økisbýtinum av fólkatalinum. Í mun til somu tíð fyri 10 árum síðani búgva nú lutfalsliga fleiri íbúgvar í Suðurstreymoyar og Eysturoyar økjum. 

[px-graph-3]

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

PX Web Graph News
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum