13. okt 2022
Føroysk vinnufeløg komin fyri seg eftir korona

Nýggju roknskaparhagtølini vísa millum annað, at føroysk feløg sum heild hava megnað at komið uppundan aftur, eftir at korona í 2020 legði summar vinnugreinar lamnar. Harafturat vísa nýggju tølini, at vinnugreinin ‘Aling’ hevði eitt betri úrslit í 2021 enn 2020, men úrslitið var einans stívlig helvt av úrslitinum í 2019. Av framleiðsluvinnugreinunum eru úrslitini í ‘Matvøruframleiðslu’ hækkað við 158 mió. kr., meðan úrslitið í 'Byggivinnuni' minkaði niður í eina helvt frá 235 mió. kr. í 2020 til 106 mió. kr. í 2021.

Roknskaparhagtøl býtt vinnugreinar eru dagførd fyri árini 1998 til 2021.

Nýggju hagtølini vísa millum annað, at føroysk feløg sum heild hava megnað væl at komið uppundan aftur, eftir at korona í 2020 legði partar av vinnuni lamnar. Tá koronufarsóttin kom, varð stúrt fyri, at gongdin í búskapinum fór at taka skap av sonevndum L-snið, har sølan og harvið úrslitið hjá feløgum dalar og leggur seg á lægra støðinum í longri tíð. Fyrsta talvan vísir tó greitt, at føroysk vinnufeløg hava megnað at mynda eitt V-snið. Tí hóast úrslitið fyri allar vinnur kavaði frá 2,6 mia. kr. í 2019 til 1,6 mia. kr. í 2020, so megnaðu vinnurnar tilsamans at hála úrslitið upp á 2,8 mia. kr. í 2021. 

[px-graph-1]

Hart raktir vinnubólkar komu fyri seg aftur

Hagtølini fyri 2020 vístu, at onkrir vinnubólkar vóru serliga hart raktir av koronufarsóttini. Her var talan serliga um ‘Flutnings- og goymsluvinnuna’ og ‘Gisting og matstovuvinnuna’. Hesir bólkarnir hava tó megnað at fáa positiv úrslit í 2021. Í vinnubólkinum ‘Flutnings- og goymsluvinnuna’ fór úrslitið frá 156 mió. kr. í 2019 til minus 325 mió. kr. í 2020 og so uppaftur á 39 mió. kr. í 2021. Somuleiðis lækkaði úrslitið eisini í ‘Gisting og matstovuvinnu' frá 30 mió. kr. í 2019 til minus 18 mió. kr. í 2020 og so uppaftur á 13 mió. kr. í 2021. Úrslitini í hesum vinnubólkinum eru sostatt ikki komin upp á sama støði sum í 2019, áðrenn koronufarsóttin rakti, men úrslitini eru positiv aftur.

[px-graph-2]

Landbúnaður og fiskiveiða

Undir bólkinum ‘Landbúnaður og fiskiveiða’ liggja deildirnar 'Plantu- og húsdjóraaling’ og ‘Fiskiveiða og aling’. Í ‘Plantu- og húsdjóraaling’, sum í mestan mun fevnir um mjólkneyta- og seyðahald, hava úrslitini fyri alla deildina verið væl oman fyri 4 mió. kr. síðani 2019. Besta árið var 2019, tá úrslitið var 5,6 mió. kr., meðan tað í 2020 og 2021 hevur ligið á ávikavist 4,8 og 4,7 mió. kr.

[px-graph-3]

Í ‘Fiskiveiða og aling’ sæst, at meðan úrslitið í deildini minkaði frá 2019 til 2020 við stívliga 500 mió. kr. frá 1 mia. kr. í 2019 til slakar 500 mió. kr. í 2020, so hækkaði úrslitið við 242 mió. kr til 738 mió. kr. í 2021.

Hetta kemst serliga av úrslitinum í flokkinum ‘Aling’. Har var úrslitið árini 2019 og 2020 ávikavist 792 mió. kr. og 220 mió. kr., meðan úrslitið í 2021 var 413 mió. kr. – ein hækking uppá 193 mió. kr. frá 2020, men tó bert stívliga helvtin av úrslitinum í 2019.

Í vinnugreinini ‘Fiskiveiða til ídnað’ er úrslitið í 2021 kvinkað nakað uppeftir frá 272 mió. kr. í 2020 til 282 mió. kr. í 2021.

[px-graph-4]

Framleiðsluvinnur

Framleiðsluvinnan hevur eisini havt eitt gott ár. Meðan úrslitið í bólkinum ‘Framleiðsluvinna’ minkaði frá 553 mió. kr. í 2019 til 494 mió. kr. 2020, so hækkaði tað við 163 mió. kr til 656 mió. kr. í 2021.

Stóra hækkingin er serliga innan deildina ‘Matvøruframleiðsla’. Frá 2020 til 2021 er úrslitið hækkað við 158 mió. kr. frá 360 mió. kr. í 2020 til 518 mió. kr. í 2021.

Úrslitið fyri bólkin ‘Byggivinna’ gjørdi eitt lop uppeftir frá 2019 til 2020, men er nú lækkað aftur fyri 2021. Úrslitið í byggivinnuni var 235 mió. kr. í 2020, men í 2021 er tað meira enn hálverað niður í 106 mió. kr. Allar deildirnar undir bólkinum ‘Byggivinna’ hava sæð eina minking í úrslitinum.

[px-graph-5]

Tænastuvinnur

Fyri tænastuvinnugreinarnar er stórur vøkstur í úrslitinum í bólkinum ‘Heil- og smásøla og umvæling av akførum’. Í 2020 var úrslitið 385 mió. kr. og hetta vaks til 617 mió. kr. í 2021. Her eru tað serliga í deildunum ‘Søla av bilum’, ‘Heilsøla við mat-, drykki- og tubbaksvørum’ og ‘Onnur serheilsøla’, ið eru vaksnar nógv.

Úrslitið í ‘Søla av bilum’ er vaksið frá 26 mió. kr. í 2020 til 45 mió. kr. í 2021. ‘Onnur serheilsøla’, ið m.a. fevnir um heilsølu av brennievni, timburi og hitaskipanum, er støðugt vaksið seinastu 10 árini. Í 2020 var úrslitið 127 mió. kr. og vaks til 139 mió. kr. í 2021. Størstu broytingina innan hendan bólkin síggja vit tó í ‘Heilsøla við mat-, drykki- og tubbaksvørum’. Frá 2019 til 2020 lækkaði úrslitið frá 160 mió. kr. í 2019 til 37 mió. kr. í 2020 og hækkaði so heilt upp á 265 mió. kr. í 2021.

[px-graph-6]

Í tænastubólkinum ‘Søla, útleigan og umsiting av føstum ognum’ er tað serliga vinnugreinin 'Útleiga og rakstur av egnum ella langleigaðum ognum’, ið ger seg galdandi og hevur havt stóran vøkstur seinastu árini. Úrslitið í vinnugreinini var 35 mió. kr. í 2018 og er vaksið nógv seinastu árini til 85 mió. kr. í 2021.

[px-graph-7]

Vís talvur (Hagtalsgrunnur)

Rakstur, fíggjarstøða og roknskaparlyklatøl hjá fyritøkum eru lýst við støði í roknskaparhagtølum.

Fyri at geva eina neyvari mynd av virkseminum og fyri ikki at gera dupultteljingar, er úrslit av kapitalpørtum, t.e. dótturfeløg og atknýtt feløg, ikki tikið við í ársúrslitunum, ið eru greinaði omanfyri.

Altjóða vinnugreinaflokkingin NACE

Í hagtalsgrunninum eru fyritøkur býttar í vinnugreinabólkar eftir sama slag framleiðsluvirksemi. Føroyska vinnugreinabólkingin er grundað á altjóða NACE-vinnugreinaflokkingina, tó við ávísum tillagingum soleiðis at til dømis fiskivinnan, ið er lutfalsliga stór vinna í Føroyum, kann eyðmerkjast fyri seg.

Dømi: 

A Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða  - NACE 1. stig, Bólkar 

A03 Fiskiveiða og aling - NACE 2. stig, Deildir

A03.1 Fiskiveiða - NACE 3. stig, Flokkar

A03.11 Fiskiveiða - NACE 4. stig, Vinnugreinar, altjóða stig

A03.11.10 Feskfiskiveiða - NACE 5. stig, Vinnugreinar, føroysk greining

Geirin 'Ikki-fíggjarlig feløg'

Hagtølini fevna um allar fyritøkur, sum eru partur av geiranum ikki-fíggjarlig feløg, tó undantikið kvasifyritøkur, so sum Apoteksverkið og Rúsdrekkasøla Landsins.

Sostatt eru hesar vinnurgeinaflokkingarnar ikki við, tí at hesar fella uttanfyri geiran ikki-fíggjarlig feløg:

K Fígging og Trygging, ið fevnir um feløg í fíggjargeiranum.

O Almenn umsiitng og verja; lógarkravdar almannaveitingar

T Húsarhald við starvsfólki; framleiðsla til egna nýtslu

U Virksemi hjá altjóða felagsskapum

PX Web Graph News
Viðm.: NACE 1. stig, Bólkar
Viðm.: NACE 1. stig, Bólkar
Viðm.: NACE 2. stig, Deildir
Viðm.: NACE 3. stig, flokkar og NACE 5. stig, Vinnugreinar, føroysk greining
Viðm.: NACE 1. stig, Bólkar
Viðm.: NACE 3. stig, Flokkar
Viðm.: NACE 3. stig, Flokkar