Innflutningur av vørum
18. okt 2021
Innflutningurin methøgur

Fyrstu 8 mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 5,7 milliardir krónur. Ongantíð fyrr er meira innfutt enn í ár.

Innflutningurin til og við august er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 5,7 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 8,4% í mun til í fjør. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin 11%. 

Oljuprísurin er hækkaður nógv seinastu tíðina, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Hóast eitt sindur minni er innflutt, so hava vit brúkt 30% meiri upp á brennievni higartil í ár samanborið við í fjør.

Størsti vøksturin er í bólkinum maskinur og onnur útgerð til vinnuna. Har er innflutt fyri 194 milliónir krónur meira, sum er ein vøkstur á 39%.

Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av vørum til húsarhaldsnýtslu. 8% meira er innflutt av hesum vørum.

 

[px-graph-1]

PX Web Graph News