Løntakarar
11. jan 2022
Metnógvir løntakarar í desember

Í desember eru vanliga flest løntakarar. 2021 var einki undantak, tað vóru góð 28.050 í løntakaraskaranum í desember. Tað er met og eisini fyrstu ferð, at løntakaratalið er farið upp um 28.000 ein einstakan mánað.

Tað eru 330 fleiri løntakarar samanborið við desember í 2020, ið svarar til ein vøkstur upp á 1,2%.

Hóast ein vøkstur í mun til desember í 2020 vísir trendurin, sum lýsir rákið í løntakaratalinum, at lítil og eingin vøkstur hevur verið seinastu mánaðirnar.

[px-graph-1]

Fallið, sum sæst í grafinum, er í aprílmánaði í 2020, tá landið var farið niður í ferð.

Grafurin omanfyri er livandi. Nú er møguligt at flætta (en. embed) livandi grafar sum hendan í tykkara heimasíðu, eitt nú í tíðindagreinar. Tað gevur brúkarunum á tykkara heimasíðu somu livandi grafar, sum á hagstova.fo.

Við livandi grafum er tað møguligt at halda músina yvir eina linju á grafinum, og soleiðis síggja t.d. løntakaratalið ein ávísan mánað. Eisini er møguligt at hála í tíðarlinjuna og leingja vísta tíðarskeiðið á grafinum, t.d. aftur til 1985 í løntakaratølunum.

Soleiðis flætta tit grafin í tykkara síðu: Trýstið á burgaramenuina (knøtturin við trimum strikum) ovast í høgra horni. Veljið síðani “Flætta graf í síðu”. Trýstið á knøttin “Avrita kotu” og setið inn kotustubban á heimasíðu tykkara.

Menn og kvinnur

Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin. 

Í desember vóru 14.475 menn og 13.581 kvinnur í løntakaraskaranum. Tað er um 100 fleiri menn og fleiri enn 200 kvinnur enn sama mánað árið fyri.

[px-graph-2]

Vinnugreinabólkar

Tær báðar myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum mánaðarliga.

Trendurin vísir ein javnan vøkstur í 'privatu tænastuvinnunum'. Løntakarararnir í 'privatu tænastuvinnunum' eru nú fleiri, enn teir vóru áðrenn koronufarsóttin rakti. Hinvegin er vøksturin í 'almennari o.a. tænastu' minni enn hann hevur verið. Í byggivinnuni minkar løntakaratalið. 

[px-graph-3]

[px-graph-4]

[px-graph-5]

Stutt um løntakarar

Ein løntakari er millum 16 og 74 ár, fær A-inntøku og hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin. Løntakarar eru tey, sum í einum mánaði fáa løn útgoldna, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Hetta, uttan mun til um arbeiðsgevarin er føroyskur ella útlendskur.

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í løntakaratalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.

Stutt um vinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.o. ráevnisvinna fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, Smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting.

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m. (landsfyrisiting, kommunur og ríkisstovnar), Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.

PX Web Graph News