Løntakarar
18. jan 2023
Metnógvir løntakarar í jólamánaðinum

Løntakaratalið vaks 0,9% í desember samanborið við árið fyri. Bróðurparturin av vøkstrinum eru løntakarar, sum hava annan enn danskan ríkisborgaraskap.

Í desember vóru stívliga 28.300 í løntakarafjøldini. Tað er met fyri ein einstakan mánað.

Tað eru 250 fleiri í løntakaraskaranum í desember borið saman við sama mánað árið fyri. Løntakarafjøldin veksur framvegis, men ikki við somu ferð sum undan koronufarsóttini. Í desember vaks løntakaratalið 0,9% samanborið við árið fyri. Í desember í 2019 vóru løntakararnir 2,5% fleiri í mun til sama mánað í 2018.

[px-graph-1]

Fallið, sum sæst í grafinum, er í aprílmánaði í 2020, tá landið fór niður í ferð.

Fleiri menn og kvinnur í løntakaraskaranum

Tað leggjast bæði fleiri menn og kvinnur afturat løntakaraskaranum. Í desember vóru um 14.600 menn og 13.700 kvinnur løntakararar. Vøksturin er ávikavist 0,9% fyri menn og 1,1% hjá kvinnum í mun árið fyri. 

[px-graph-2]

Gongdin er ymisk í vinnugreinunum

Myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið og mánaðarligu gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum.

Í 'almennari o.a. tænastu' hevur vøksturin verið rættiliga javnur síðani 2014. Tá vóru 8.700 løntakarar, og nú eru 10.500 í tali.

[px-graph-3]

'Privatu tænastuvinnurnar' hava fótað sær aftur eftir koronufarsóttina. Vøksturin hevur verið javnur seinastu trý árini, men ábendingar eru um, at vøksturin ikki longur er tann sami, sum hann hevur verið.

[px-graph-4]

Innan 'byggivinnu o.a. tilvirking' steðgaði vøksturin upp í 2020, og løntakaratalið minkaði nakað. Nú hómast aftur ein vøkstur í hesum vinnugreinabólkinum.

[px-graph-5]

Innan 'fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu' eru sveiggini í løntakaratalinum størri enn í hinum vinnugreinabólkunum, men síðani aldudalin í 2011 sæst ein greiður vøkstur. Hesi árini eru løntakararnir í vinnugreinabólkinum vorðnir umleið 700 fleiri — úr 3.500 upp í nú umleið 4.300.

[px-graph-6]

Talvan niðanfyri vísir løntakaratalið í ymsu vinnugreinunum, sum hoyra undir vinnugreinabólkarnar. Talvan vísir løntakaratalið í desember í 2022 borið saman við desember í 2021.

Seinasta árið er vinnugreinabólkinum 'fiskivinna o.o. tilfeingisvinna' vaksin mest við 3,2% og síðani 'byggivinna o.o. tilvirking' við 2,4%. Seinasta árið eru tænastuvinnurnar ikki vaksnar við somu ferð. Vøksturin í 'almennum og øðrum tænastum' er 1,7% og í 'privatu tænastuvinnum' er vøksturin 0,6%.

[px-graph-7]

Bróðurpartur av vøkstrinum eru løntakarar við øðrum enn donskum ríkisborgaraskapi

Alsamt størri partur av løntakaraskaranum hevur annan enn danskan ríkisborgaraskap. Av teimum 250 fólkunum, sum eru løgd afturat løntakaraskaranum, eru tað góð 80% ella 200 av teimum, sum hava annan enn danskan ríkisborgaraskap.

Í desember høvdu 7,0% av løntakarunum annan enn danskan ríkisborgaraskap. Í desember í 2021 var parturin 6,3%. Fyri tíggju árum síðani høvdu 2,5% av løntakaraskaranum annan enn danskan ríkisborgaraskap.

Størsti parturin starvast innan fiskavøruídnað, gistihús og matstovuvirki, ali- og kryvjivirki, umframt húsarhaldstænastur.

[px-graph-8]

Seinasta árið er tað serliga talið av løntakararum aðrastaðni frá enn úr Evropa, sum er vaksið. Teir eru nú 3,6% av løntakaraskaranum. Sama mánað í 2021 vóru teir 2,1%.

[px-graph-9]

Stutt um løntakarar

Ein løntakari er millum 16 og 74 ár, fær A-inntøku og hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin. Løntakarar eru tey, sum í einum mánaði fáa løn útgoldna, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Hetta, uttan mun til um arbeiðsgevarin er føroyskur ella útlendskur.

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í løntakaratalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.

Stutt um vinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.o. ráevnisvinna fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, Smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting.

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m. (landsfyrisiting, kommunur og ríkisstovnar), Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.

PX Web Graph News