Smásøluvísitøl
27. jun 2022
Sølan minkað nógv 1. ársfjórðing

Sølan av 'mati og alkoholiskum drykkivørum' og 'húsbúnaði og húsarhaldsútgerð' frá 4. ársfjórðingi í 2021 til 1. ársfjórðing í 2022 minkaði meira enn sama tíðarskeið undanfarin ár. Sølan av 'klæðum og fótbúnaði' minkaði ikki eins nógv sum undanfarin ár.

Søla í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu av trimum vørubólkum er gjørd upp fyri 1. ársfjórðing í 2022. Tølini eru býtt í vørubólkarnar 'matur og alkoholfríar drykkjuvørur', 'klæðir og fótbúnaður' og 'húsbúnaður og húsarhaldsútgerð'.

Vanliga eyðmerkir tað 1. ársfjórðing, at sølan fellur samborið við 4. ársfjórðing árið fyri. Meðan 4. ársfjórðingur serliga er merktur av jólasølu, so er sølan 1. ársfjórðing vanliga meira soltin. 1. ársfjórðingur í 2022 var onki undantak.

Sølan av mati og alkoholfríum drykkjuvørum lækkaði 14%

Fyri matvørur og alkoholfríar drykkjuvørur var sølan 14% lægri 1. ársfjórðing í 2022 samanborið við 4. ársfjórðing í 2021. Minkingin millum 4. ársfjórðingi til 1. ársfjórðing hevur í miðal verið 10% árini frá 2017 til 2021. Sostatt er sølan av matvørum og alkoholfríum drykkjuvørum minkað meira frá 4. ársfjórðingi í 2021 til 1. ársfjórðing í 2022 enn í miðal hesar ársfjórðingarnar frá 2017 til 2021.

Frá 1. ársfjórðingi í 2021 til 1. ársfjórðing í 2022 er sølan lækkað 8%. Hetta sama tíðarskeið hækkaði prísurin 3%.

[px-graph-1]

Sølan av klæðum og fótbúnaði lækkaði 25%

Hóast sølan av klæðum og fótbúnaði lækkaði 25% frá 4. ársfjórðingi í 2021 til 1. ársfjórðing í 2022, so er lækkingin ikki eins stór sum frá 2017 til 2021, tá minkingin í miðal var 40% millum hesar ársfjórðingarnar.

Frá 1. ársfjórðing í 2021 til 1. ársfjórðing í 2022 er sølan lækkað 1%. Hetta sama tíðarskeið hækkaði prísurin 4%.

[px-graph-3]

Sølan av húsbúnaði og húsarhaldsútgerð lækkaði 32%

Fyri húsbúnað og húsarhaldsútgerð lækkaði sølan 32% frá 4. ársfjórðingi 2021 til 1. ársfjórðing 2022. Minkingin er nakað størri enn undanfarnu árini frá 2017 til 2021, tá minkingin í miðal var 25%.

Frá 1. ársfjórðing í 2021 til 1. ársfjórðing í 2022 er sølan lækkað 15%. Hetta sama tíðarskeið hækkaði prísurin 5%.

[px-graph-2]

PX Web Graph News