Almennar útreiðslur
04. nov 2022
Soleiðis vórðu skattakrónurnar brúktar

Almennu útreiðslurnar vóru 11,7 milliardir krónur í 2021. Uppgerðin av almennum útreiðslum er dagførd til og við 2021. Til ber at síggja, hvussu almenn fyrisiting og tænasta raðfestir útreiðslurnar til almannavernd, heilsu, útbúgving og onnur virkisøki. Í útgreiningini av útreiðslubýtinum sæst m.a., at slakar tvær milliardir av útreiðslunum fóru til 'aldurdóm'.

Eftir fimm ár við stórum árligum vøkstri í almennu útreiðslunum, minkaðu útreiðslurnar í 2021 við stívliga tveimum prosentum samanborið við 2020. Almennu útreiðslurnar vóru 11,7 milliardir krónur í 2021. Tað er kvart milliard minni enn í 2020. 

[px-graph-3]

Flestar almennar útreiðslur fara til 'almannavernd'

Almennu útreiðslurnar kunnu býtast á tíggju yvirskipað virkisøki. Størsta virkisøkið er 'almannavernd', sum í 2021 hevði útreiðslur á næstan 4,2 milliardir krónur. Útreiðslurnar til 'búskaparviðurskifti' og 'heilsa' vóru ávikavist 1,9 og 1,8 milliardir krónur.

[px-graph-1]

Virkisøkið 'búskaparviðurskifti' fevnir m.a. um undirbólkin 'flutningur', ið telur 70 prosent av hesum útreiðslunum.

Ymiskt hvussu nógv 'almannavernd' telur

Útreiðslurnar til almannavernd telja minni í samlaðu almennu útreiðslunum í Føroyum, enn tær gera í Danmark og Noregi. Næstan 36 prosent av almennu útreiðslunum í Føroyum fara til almannavernd. Í Danmark og Noregi telur almannavernd ávikavist 42 og 39 prosent. Hinvegin telja útreiðslurnar til almannavernd bert 27 prosent í Íslandi. 

[px-graph-4]

Útreiðslurnar til eldraøkið vaksa við fúkandi ferð

Útreiðslurnar til eldraøkið, sum í hagtølunum kemur undir virkisøkið 'aldurdómur', eru vorðnar meira enn helvtina størri eftir bert seks árum. Útreiðslurnar til eldraøkið vaksa munandi skjótari enn aðrar almennar útreiðslur, tí sama tíðarskeiðið eru samlaðu almennu útreiðslurnar vaksnar við 40 prosentum.

[px-graph-2]

í høvuðsheitum fevna útreiðslurnar í bólkinum 'aldurdómur' um eftirlønir og fólkapensjón umframt útreiðslur til eldrabústaðir og eldrarøkt. Umframt at skifta almennu útreiðslurnar á virkisøki kunnu tær eisini skiftast á geirar. Á myndini omanfyri sæst, at stórur partur av útreiðslunum til 'aldurdóm' flytur í 2015, tá eldraøkið varð flutt frá geiranum 'landsfyrisiting og tænasta' til geiran 'kommunufyrisiting og tænasta'. 

Brúka lutfalsliga nógvar skattakrónur til virkisøkið 'flutningur'

Samanborið við onnur Norðurlond verður virkisøkið 'flutningur' raðfest høgt. Útreiðslurnar fara serliga til undirstøðukervið viðvíkjandi flutningi, sum fevnir um vegir, tunnlar og undirsjóvartunnlar. Strandferðsla og tyrlutænasta eru eisini partur av virkisøkinum 'flutningur'.

[px-graph-5]

Í Danmark verða einans trý prosent av samlaðu útreiðslunum brúkt til virkisøkið 'flutningur', meðan tað í Føroyum fara meira enn ellivu prosent av útreiðslunum til hetta virkisøkið. Í Noregi og Íslandi telur 'flutningur' um seks prosent. Útreiðslurnar til 'flutning' hava talt heili 14 prosent av samlaðu almennu útreiðslunum okkurt árið.

Almennu útreiðslurnar eru gjørdar upp eftir COFOG (Classification of the Functions of Government), sum er ein altjóða flokking av almennum útreiðslum skiftar á virkisøki og geira, so hagtølini eru sambærlig við onnur lond.

PX Web Graph News