Løgreglumál
20. apr 2023
Stórur vøkstur í revsimálum um siðamisbrot

Revsilógarmálini fækkaðu meir enn eina helvt úr knapt 1.100 í 2007 niður í 532 í 2020. Men nú hevur verið ein vøkstur seinastu tvey árini upp í 634 í fjør. Eitt øki skilir seg burturúr, tað er fráboðanir um siðamisbrot, har tað hevur verið ein sera stórur vøkstur síðstu fimm árini. Hetta vísa yvirlit um virksemið hjá løgregluni.

[px-graph-1]

Tann stóra minkingin í revsilógarbrotum sæst serliga aftur í málum um herverk, ið eru fækkað úr sløkum 400 árliga niður í 100, og viðvíkjandi innbrots- o.ø. stuldri, ið eru fækkað úr eini 450 fyri 20 árum síðani niður í 143 í fjør. Málini um harðskap vóru fækkað niður í 55 í 2017, men eru nú aftur økt upp í tað dupulta til 111 í 2022.

[px-graph-3]

Sum nevnt víkir gongdin við siðamisbrotum frá.  Øll árini frá aldarskiftinum fram til 2017 var árliga talið av fráboðanum um 20. Síðani er talið hækkað ógvisliga upp í 113 í fjør.

Fráboðanirnar er ónáðan og ærumeiðing hava øll hesi 20 árini sveiggjað um 30–60 mál árliga, men tó við einum lítlum vaksandi trendi hesi seinastu árini.

[px-graph-3]

PX Web Graph News
Viðm.: Harðskapur er: Brotsverk ímóti lívi og likami m.a. manndráp og valdsgerð ímóti sakleysum (kap. 25)