Útflutningur av vørum
16. feb 2023
Útflutningurin av fiskavørum vaksin 2,4 milliardir krónur

Útflutningurin av fiskavørum vaks 2,4 milliardir krónur í 2022 í mun til 2021. Hetta er ein 26% vøkstur í útflutningsvirðinum. Útflutta nøgdin minkaði 6%.

Tað er vøkstur í flestøllum vørubólkum, og er tað serliga útflutningurin av laksi, sum ger mun. Har er vøksturin 1,1 milliard krónur. Útflutningvirðið av sild er minkað við 143 milliónum krónum, ella 19,3%. Hetta stavar í høvuðsheitum frá, at nøgdin av útfluttari sild minkaði 30,8%.

[px-graph-1]

Vøkstur í útflutninginum til Amerika

Asiatiski og Amerikanski marknaðirnir eru lutfalsliga vaksnir mest, har útflutningsvirðið er hækkað ávikavist 72% og 63% í 2022. Mesti vøksturin stavar frá laksaútflutninginum. Útflutningurin til Asia er nú næstan á sama støði sum í 2019, meðan útflutningurin til Amerika er tvífaldaður seinastu árini. 

[px-graph-2]

Fiskavøruútflutningur

Útflutta nøgdin av flestu fiskasløgunum er antin minkað ella stendur í stað. Tó er ein lítil vøkstur í útfluttu nøgdini av hýsu og svartkjafti.

[px-graph-4]

PX Web Graph News