Vinnugreinar
Tjóðarroknskapurin verður gjørdur upp í ársins prísum og í føstum prísum. Í tjóðarroknskapinum verður framleiðandi virksemið, t.e. framleiðsluvirði, tilfarsnýtsla, virðisøking, løn til arbeiðsmegi og avkast til teirra, sum eiga framleiðslutólini, býtt á vinnugreinar, millum annað landbúnaður, alivinna og almenn fyrisiting.
Ein stovnslig eind, t.d. ein privat felag ella ein almennur stovnur, hevur í flestu førum eitt slag av framleiðslu, men í onkrum førum hevur ein stovnslig eind meira enn eitt slag av framleiðslu. Um møguligt verður stovnsliga eindin tá býtt í smærri eindir eftir einsháttaðum framleiðsluslagi við áseting av vinnugrein til hvørja av hesum eindum.
Føroyska vinnugreinaflokkingin FV2008 er bygd á altjóða flokkingina NACE Rev. 2, tó við ávísum tillagingum. Tað eru í alt 624 vinnugreinar, ið verða bólkaðar í ymisk stig. Mest yvirskipað eru allar vinnugreinar skipaðar í 3 bólkar:
- Tilfeingisvinna fevnir um fiskiveiðu, aling og aðra tilfeingisvinnu.
- Framleiðsluvinna fevnir um matvøru- og njótingarevnaídnað, annan ídnað, orku- og vatnveiting og byggivinnu.
- Tænastuvinna fevnir um smá- og heilsølu, gisting og matstovuvinnu, flutnings- og goymsluvinnu, kunning og samskifti, banka- og tryggingarvirksemi, fastognaumsiting og húsarúm, leasing og útleiga, almenn fyrisiting o.a., undirvísing, heilsuverk og sosialar fyriskipanir, umframt aðrar tænastur.
Orðalýsingar:
- Ársins prísir er uppgerð við støði í teimum prísum, ið eru galdandi í ávísa árinum, uppgerðin fevnir um.
- Bruttotjóðarúrtøkan, ið er gjørd upp í marknaðarprísum, er eitt mát fyri virðisskapanina samanlagt í einum tíðarskeiði.
- Bruttovirðisøkingin er bruttotjóðarúrtøkan í støðisprísum. Verður gjørd upp í vinnugreinum og geirum sum framleiðsluvirðið í støðisprísum minus nýtsla í framleiðsluni í keyparaprísum. Fyri heildarbúskapin kann bruttovirðisøkingin eisini gerast upp sum bruttotjóðarúrtøkan í marknaðarprísum minus vøruskattir netto.
- Fastir prísir er mát fyri virði, ið er mátað í mun til tað prísstøðið sum var í einum ávísum støðisári. Fastir prísir nýtast til at lýsa mongdarbroytingar.
- Framleiðsluvirði er virðið á vørum og tænastum frá marknaðarligari framleiðslu, framleiðslu til egna nýtslu og aðrari uttanmarknaðarligari framleiðslu. Framleiðsla er ikki tað sama sum søla. Til dømis er framleiðsluvirðið í einum handilsvirki ikki sølan, men sølan minus innkeyp av handilsvørum (bruttovinningur). Í almennari fyrisiting og aðrari uttanmarknaðarligari framleiðslu verður framleiðsluvirðið gjørt upp sum kostnaðurin av framleiðsluni, t.e. nýtsla í framleiðsluni + lønarkostnaður + framleiðsluskattur netto + kapitalslit.
- Real bruttovirðisøking er árlig broyting í bruttovirðisøkingini gjørd upp í føstum prísum. Tá er prísvøksturin drigin frá.
- Leinkjað virði er ein mongdaruppgerð, har vektargrundarlagið broytist so hvørt og er grundað á prísirnir í árinum fyri. Leinkjað verður við nýggjum støðisárið leypandi hvørt ár, men tilvísingarárið er tað sama.
- Vakstrarískoyti vísir ískoyti frá vinnugreinabólkunum til broytingina í samlaðu virðisøkingini.
- Virðisøking er framleiðsluvirðið í støðisprísum minus nýtsla í framleiðsluni í keyparaprísum.
Tjóðarroknskapurin í føstum prísum er framleiddur eftir leinkjaðum 2010-prísum.
-
Talva í grunninum