Fátækraváði

Fátrækraváðin, á enskum "at-risk-of-poverty", er eitt altjóða mát, ið lýsir borgararnar í samfelagnum við lutfalsligu fækst nýtslumøguleikum. Grundarlagið undir hagtølunum er javnvirðisinntøkan, sum er ein roknað inntøka hjá hvørjum borgara eitt heilt ár. 

Fátækraváðin sigur, hvussu stórur partur av borgarunum í samfelagnum hava eina javnvirðisinntøku, sum er lægri enn 60% av javnvirðismiðinntøkuni í samfelagnum.

Orðalýsingar:

  • Javnvirðisinntøka er inntøkan hjá tí einstaka, tá atlit eru tikin til, hvørjum húski tann einstaki býr í t.e. hvussu nógv vaksin og hvussu nógv børn eru í húskinum. Inntøkan hjá húskinum sigur meiri um, hvørjar nýtslumøguleikar tey einstøku í húskinum hava, enn inntøkan hjá tí einstaka. Eitt stórt húski má hava størri samlaða inntøku enn eitt lítið, tí tað kostar meiri at uppihalda einum stórum húski. Men samstundis eru eisini fyrimunir í einum stórum húski. Eitt húski við fimm fólkum skal ikki rinda alt fimm ferðir (t.d. el, olju, hvítvørur, o.s.fr.). Tí er ikki neyðugt, at øll í tí stóra húskinum skulu hava somu miðalinntøku sum tey støku fyri at hava somu nýtslumøguleikar.
  • Javnvirðismiðinntøkan er tann mittasta javnvirðisinntøkan.
  • Samlað inntøka er inntøka frá løn fyri arbeiði og yvirskot frá egnum virki, veitingar frá tí almenna, so sum pensjón, dagpeningur, rentustuðul og lestrarstudningur, umframt ognarinntøka, so sum rentuinntøkur, virðisbrævavinningur o.a. kapitalinntøkur.
  • Miðinntøka er tann mittasta inntøkan, t.e. tann inntøkan, sum býtir talið av øllum borgarunum í Føroyum í tveir eins stórar bólkar. Helvtin av borgarunum hava størri inntøku, og hin helvtin minni inntøku, enn miðinntøkuna.
  • Fátækraváðamarkið er tann javnvirðismiðinntøkan, sum avger, um ein persónur er í fátækraváða ella ikki. Øll, ið hava eina javnvirðisinntøku undir fátækraváðamarkinum, eru í fátækraváða. Fyri at skilja fátækraváðamarkið er av týdningi at minnast, at tað er miðinntøka (median), sum avger fátækraváðamarkið.
  • Fátækragloppið er roknað sum lutvísi munurin ímillum miðinntøkuna hjá teimum undir fátækraváðamarkinum og sjálvt fátækraváðamarkið. Fátækragloppið sigur okkum tí, hvussu langt undir fátækraváðamarkinum inntøkan hjá teimum í fátækraváða í miðal er.
  • Húskini eru persónar, sum pr. 31/12 í árinum hava sama skrásetta bústað í landsfólkayvirlitinum. Fólk á stovni og onnur á felagsbýli eru ikki tald við. Sostatt er ikki talan um alt fólkatalið. Harumframt er eisini kravt, at minst ein persónur í húskinum skal hava havt skattskyldu alt árið. Vaksin eru persónar 18 ár ella eldri.

Sí eisini Inntøkubýti.

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri