Brúkaraprístal

Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Tað er eitt mát fyri inflasjón í Føroyum. Inflasjón er, tá prísirnir á vørum og tænastum við tíðini hækka. 

Vilt tú vita, hvussu nógv 100 krónur í 1950 svaraðu til í 2000 — ella hvussu nógv 300 krónur í dag vóru svaraðu til í 2019? Ella hevur tú eina upphædd, sum skal prístalsjavnast?

🔎 Royn prísroknaran her

Fyri hvørja uppgerð av brúkaraprístalinum verða umleið 6.000 prísir á alskyns vørum og tænastum heintaðir frá útvið 250 fyritøkum og stovnum. Prísirnir á vørum broytast ymiskt yvir tíð, og vektargrundarlagið er avgerðandi fyri, hvussu stóra ávirkan prísbroytingarnar í teimum ymsu vørubólkunum hava á brúkaraprístalið.

Vektargrundarlagið er gjørt við kanning av nýtslumynstrinum hjá húsarhaldunum frá ymiskum skráum, serliga innflutnings- og mvg-skránni, og við spurningum til innflytarar og veitarar um býtið av sølu teirra til ávikavist smásølu/húsarhald og vinnu, stovnar og onnur. Serstøk spurnakanning er gjørd fyri býlisútreiðslur. Eisini eru upplýsingar um nýtslumynstrið hjá húsarhaldum í Íslandi og Danmark nýttar í ávísum førum.

Virðið á einum prístali verður eitt grundtíðarskeið sett til 100, og virðið á prístalinum onnur tíðarskeið vísir miðal prosentvísu prísbroytingina samanborið við grundtíðarskeiðið.

Orðalýsingar:

  • Vísitøl lýsa prosentvísu broytingina frá ári til árs við einum støðisári, ið verður sett at vera 100. Munurin ímillum tvey ár er máldur í prosentstigum. Samanbera vit við støðisárið, er talan um prosent.
Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: Sí orðalýsing