Sethúsaprísir og -søla
Sethúsasølan er gjørd upp eftir prísi, tali og staði. Eisini er árliga broytingin í % roknað fyri allar bólkar.
Betri Banki ger upp prísirnar í bústaðahandli í Føroyum hvønn ársfjórðing. Tølini yvir bústaðakeyp og -sølur stava frá almennu tinglýsingini, har allir handlarnir verða skrásettir.
Bústaðarprísirnir eru viðgjørdir á slíkan hátt, at teir geva eina mynd av kostnaðinum, sum vanligir bústaðir verða keyptir og seldir fyri. Tí verða hesi ikki tikin við:
- Grundøki
- Íbúðir
- Hús á grundøkjum minni enn 250 fermetrar
- Hús á teimum størstu grundøkjunum, tí har kann roknast við, at grundstykkjaprísurin er stórur partur av søluni
- Hús, ið ikki verða hildin at umboða marknaðartreytir, t.d. serliga lágir prísir í sølum millum familjulimir
- Hús, sum eru yvirtikin á tvingsilssølu
Á henda hátt skuldu tølini umboðað prísin á miðalsethúsum í fríum handli.
Tølini yvir sethúsakeyp og -sølur stava frá almennu tinglýsingini, har allir handlarnir verða skrásettir.
Húsasølurnar eru býttar upp eftir øki:
- Tórshavn: Tórshavn, Hoyvík og Argir
- Størri bygdir og býir: Klaksvík, Runavík, Glyvrar, Fuglafjørður, Gøta, Kollafjørður, Vágur, Tvøroyri, Froðba, Trongisvágur, Miðvágur og Vestmanna
- Smærri bygdir: Aðrar bygdir, ið ikki eru nevndar omanfyri
- Tilsamans: Allar Føroyar
Orðalýsingar:
- Ársins prísir (eisini nevnt nominellir prísir) er uppgerð við støði í teimum prísum, ið eru galdandi fyri tað tíðarskeiðið, ið uppgerðin fevnir um.
- Vísitøl lýsa prosentvísu broytingina frá ári til árs við einum støðisári, ið verður sett at vera 100. Munurin ímillum tvey ár er máldur í prosentstigum. Samanbera vit við støðisárið, er talan um prosent.
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betur
-
Talva í grunninum
Viðm.:
Ársins prísir