Treystital

Konjunkturbarometrið í síni heild eru ávísar (indikatorar), sum siga nakað um, hvussu brúkarar og vinna meta, at tíðirnar eru. Treystitalið er tann samanvigaði ávísin fyri bæði brúkarar og vinnu. Treystitalið er ein partur av konjunkturbarometrinum og verður stundum eisini kallað samlaða konjunkturvísitalið.

Keldan til tølini er ein spurnakanning um, hvørjar metingar lyklabólkar í samfelagnum hava av gongdini í búskapinum og sínari egnu fíggjarstøðu, bæði gongdini júst nú og hvussu bólkarnir meta um vánirnar.

Høvuðsúrslitið úr hesi kanning er treystitalið, eisini nevnt tann samanvigaði ávísin, sum er eitt roknað tal við støði í vektaðum ávísum frá spurnakanningum fyri teir fýra vinnubólkarnar og spurnakanning fyri brúkarar. Meiri um hesar ávísar og hvussu teir verða roknaðir á hvørjari temasíðu.

Eitt einstakt tal hevur einans innihald, um sammett verður við søgulig tøl fyri sama spurning. Til at meta, hvørjari legu talið liggur í, er miðalvirðið av øllum málingum higartil upplýst. Miðalvirðið kann sostatt nýtast sum markið millum t.d. jaliga og neiliga meting um búskaparútlitini.

Niðanfyri er víst, hvussu nógvar spurningar brúkarar og vinnubólkarnir fáa, og hvat teir viga í treystitalinum:

  • Brúkarar svara 15 spurningum, og hesir viga 20%
  • Tilfeingisvinnan svarar 15 spurningum, og hesir viga 40%
  • Tænastuvinnan svarar 5 spurningum, og hesir viga 30%
  • Handilsvinnan svarar 5 spurningum, og hesir viga 5%
  • Byggivinnan svarar 6 spurningum, og hesir viga 5%

Spurningarnir eru ymiskir fyri hvønn bólk, og svarmøguleikarnir somuleiðis. Spurningarnir eru teir somu, sum verða brúktir í øllum londum, ið eru í ECFIN-samstarvinum, og mátin, ið nýttur verður at gera kanningarnar, er eisini tann sami. Tí eru tølini altjóða sambærlig. Enska heitið á treystitalinum er Economic Sentiment Indicator.

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: Treystitalið er eitt vektað miðal av ávísunum