Innflutningur av vørum

Innflutningurin av vørum til Føroya stavar frá londum nær og fjar. Millum annað vísa hesi tølini, at vit flyta inn nakað av klædnavørum frá oynni Tuvalu í Stillahavinum og suðuramerikanska landinum Bolivia, og at helmingurin av mat- og drykkjuvørunum stavar frá Norðurlondum.

Innflutningurin verður flokkaður eftir upprunalandi umframt tveimum altjóða vøruflokkingum. Onnur er BEC (Broad Economic Categories), ið er altjóða flokking sambært endaligari nýtslu, t.e. tað, sum vøran vanliga fer til. Hin vøruflokkingin er SITC (Standard International Trade Classification), sum í høvuðsheitum flokkar vørur eftir upprunatilfari og framleiðslustigi. Framleiðslustig kann t.d. vera rávøra, hálvvirkað vøra og liðug vøra.

Orðalýsingar:

  • Innflutningsvirðið er gjørt upp í CIF (Cost Insurance and Freight). Tað merkir, at umframt virðið á vøruni, eru útreiðslur í samband við flutningin av vøruni taldar við í uppgjørda virðinum
  • Útflutningsvirðið er gjørt upp í FOB (Free On Board). Tað merkir, at útreiðslur í samband við flutning av vøruni ikki eru við í uppgjørda virðinum
Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: SITC, flokkað í høvuðsheitum eftir upprunatilfari og framleiðslustigi
Viðm.: BEC, flokkað eftir nýstluslagi