Fólkatal

Fólkatalið er øll fólk, sum eru skrásett at búgva í Føroyum sambært Landsfólkayvirlitinum.

Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni v.m.

Orðalýsingar:

  • Kynsbýti er prosentbýtið millum mannfólk og konufólk
  • Burðaravlop er munurin millum fødd og deyð
  • Nettoflyting er munurin millum tilflyting og fráflyting
  • Fólkatættleiki er, hvussu nógvir persónar búgva á hvørjum ferkilometri
  • Miðalfólkatal er miðal av fólkatalinum við ársbyrjan og við ársenda
  • Vísitøl lýsa prosentvísu broytingina frá ári til árs við einum støðisári, ið verður sett at vera 100. Munurin ímillum tvey ár er máldur í prosentstigum. Samanbera vit við støðisárið, er talan um prosent.
  • Norðurlond eru Danmark, Føroyar, Grønland, Finnland, Áland, Ísland, Noreg og Svøríki
  • ES eru tey 27 londini í Evropasamveldinm (ES27, juni 2020)

Sí eisini Burðaravlop, Nettoflyting og Framrokning.

Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturúr, er, at seinkingar eru í skrásetingum og fráboðanum, serliga eru tað flytingar, ið verða skrásettar, eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Uppgjørt 1. januar
Viðm.: Uppgjørt 1. januar
Viðm.: Uppgjørt 1. januar
Viðm.: Uppgjørt 1. januar
Viðm.: Uppgjørt 1. januar
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Nýggjasta árliga uppgerð
Viðm.: Miðalfólkatal
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum