Arbeiðsloysi

Arbeiðsloysisuppgerðin hjá Hagstovu Føroya og hjá hagstovum í londum kring heimin fylgir allýsingum um arbeiðsloysi hjá International Labour Organisation (ILO), sum er stovnur undir Sameindu Tjóðum. 
Eftir allýsingini eru arbeiðsleys tey, sum ikki hava nakað arbeiði, eru fult tøk á arbeiðsmarknaðinum og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Í mánaðarligu arbeiðsloysisuppgerðini hjá Hagtovu Føroya eru arbeiðsleys tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum og lúka allýsingina omanfyri.

Orðalýsingar:

  • Arbeiðsleys eru persónar, sum ikki hava nakað arbeiði, eru fult tøkir á arbeiðsmarknaðinum og eru virkin arbeiðssøkjandi. Keldan til arbeiðsloysi eru persónar millum 16-66 ár, sum eru skrásettir sum arbeiðsleysir hjá ALS og Almannaverkinum og lúka allýsingina. 
  • Rakt av arbeiðsloysi er talið á øllum persónum, sum hava verið arbeiðsleysir ein dag ella fleiri í mánaðinum.
  • Fulltíðararbeiðsloysi er talið av teimum, sum eru rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíðararbeiðsloysi. Til dømis telja tveir persónar, sum hava verið arbeiðsleysir í ein hálvan mánað hvør, sum ein fulltíðararbeiðsleysur persónur. 
  • Arbeiðsloysisprosent er fulltíðararbeiðsloysið í % av arbeiðsfjøldini.
  • Arbeiðsfjøld er her altjóða mát, sum telur partin av fólkinum millum 16-66 ár, ið kunna veita arbeiðsmegi.
  • Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðarfrávik, sum t.d. afturvendandi broytingar í virksemi millum árstíðirnar.
  • Trendurin lýsir rákið í arbeiðsloysinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í arbeiðsloysinum.
  • EA eru tey 19 londini, ið nýta evruna sum gjaldoyra (EA19, juni 2020)
  • ES eru tey 27 londini í Evropasamveldinm (ES27, juni 2020) 

Um endamálið er at gera altjóða samanberingar av arbeiðsloysi, eru tað árligu tølini úr arbeiðsfjøldarkanningini, ið skulu brúkast. 

Hví eru arbeiðsloysistølini tveir mánaðir afturúr?

Orsøkin til, at arbeiðisloysistølini eru umleið tveir mánaðir afturút, er, at fleiri seinkaðar skrásetingar um tey arbeiðsleysu verða gjørdar, eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað góðar tveir mánaðir, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri