Heimloysi

 

Orðalýsingar:

  • Persónar við endan av mánaðinum: Telur, hvussu nógvir persónar eru innskrivaðir við endan av mánaðinum.
  • Innskrivingar (persónar): Telur, hvussu nógvir persónar verða innskrivaðir í mánaðinum.
  • Útskrivingar (persónar): Telur, hvussu nógvir persónar verða útskrivaðir í mánaðinum.
  • Fólkanætur, nýttar: Telur, hvussu nógvar nætur fólk gista. Um 2 fólk gista 3 nætur, eru hetta 6 fólkanætur.
  • Fólkanætur, rúmføri: Telur, hvussu stórt rúmførið í fólkanáttum er á fyribilsbústøðunum. Rúmførið í fólkanáttum er talið av seingjum tilsamans faldað við dagatalið í mánaðinum.
  • Fólkanætur, nýtslustig: Telur, hvussu stórur partur av seingjunum verður brúkur í prosentum.
  • Sengur, í tali: Telur, hvussu nógvar sengur eru í fyribilsbústøðunum.
  • Kamarsnætur, nýttar: Telur, hvussu nógvar nætur kømrini verða brúkt. Um 2 kømur verða brúkt í 4 nætur, er talan um 8 kamarsnætur. Talið á fólki, ið gista, er ikki viðkomandi í hesum sambandi.
  • Kamarsnætur, rúmføri: Telur, hvussu stórt rúmførið í kamarsnáttum er á fyribilsbústøðunum. Rúmførið í kamarsnáttum er talið av kømrum faldað við dagatalið í mánaðinum.
  • Kamarsnætur, nýtslustig; Telur, hvussu stórur partur av kamarsnáttunum verður brúkur í prosentum.
  • Kømur, í tali: Telur, hvussu nógv kømur eru í fyribilsbústøðunum.

 

Slag av fyribilsbústaði:

  • Náttarherberg: Eitt náttarherberg veitir neyðsynjargisting. Vanligt er, at persónarnir, sum gista, fara avstað morgunin eftir.
  • Herberg: Eitt herberg er fyribilsbústaður, har møguleiki er fyri longri uppihaldi enn á náttarherbergi.
  • Kvinnuhús: Kvinnuhús veita bústað til kvinnur og børn, sum eru í neyð. Til dømis raktar av harðskapi, hóttanum ella øðrum álvarsligum umstøðum.
  • Flóttafólkamiðstøð: Flóttafólkamiðstøðir veita bústað til fólk, sum hava søkt um ella fingið friðskjól.
  • Heilsustovnur, orsøk: ongan bústað: Fevnir um persónar á heilsustovnum, sum ikki hava egnan bústað at fara aftur til eftir at tey eru útskrivaði.
  • Heilsustovnuar: 
    • Vantandi heimaumstøður: Fevnir um persónar á heilsustovnum, sum bíða eftir neyðugum hjálpartóli ella broytingum í bústaðnum fyri aftur at kunna búgva í egnum bústaði.
    • Vantandi umlætting og endurvenjing: Fevnir um persónar á heilsustovnum, sum bíða eftir neyðugari umlætting ella uppafturvenjing, áðrenn tey kunna venda aftur til egnan bústað.
    • Vantandi røktarheimspláss: Fevnir um persónar á heilsustovnum, sum bíða at sleppa á røktarheim, tí tey ikki longur kunnu búgva í egnum bústaði.
    • Vantandi stovnspláss: Fevnir um persónar á heilsustovnum, sum bíða eftir stovnsplássi.
Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betur
Viðm.: Telur, hvussu stórur partur av kamarsnáttunum verður brúkur í prosentum.
Viðm.: Eru á heilsustovni vegna eina av hesum orsøkum
Viðm.: Eru á heilsustovni vegna eina av hesum orsøkum