Smásøluvísitøl

Smásøla er søla hjá handlum til privata nýtslu hjá húsarhaldunum. Smásøluvísitalið lýsir gongdina í søluni í ársins prísum og føstum prísum í ymsum vinnugreinum. Tá sølan er uppgjørd í føstum prísum, er hon reinsað fyri prísvøkstur og lýsir tí broytingar í seldum mongdum.

Smásøluvísitalið er gjørt upp eftir altjóða leisti, ið byggir á tøl frá feløgum útvald eftir vinnugreinaflokkingini NACE Rev. 2. Smásøluvísitalið fevnir um feløg í NACE rev. 2 deildini G47.

Í uppgerðini verða 9 vinnugreinar, 4 flokkar og deildin G47 er eisini gjørd upp. Vinnugreinabólkingin NACE er uppbygd í stigum.  

Dømi: 

G Heil- og smásøla; umvæling av akførum  - NACE 1. stig, Bólkar 

G.47 Smásøla onnur enn við motorakførum - NACE 2. stig, Deildir

G.47.1 Smásøla úr handlum við blandaðum úrvali - NACE 3. stig, Flokkar

G.47.11 Smásøla úr handlum við blandaðum úrvali, har denturin er lagdur á mat-, drykkju- og tubbaksvørur - NACE 4. stig, Vinnugreinar

 

Orðalýsingar:

  • Ársins prísir (eisini nevnt nominellir prísir) er uppgerð við støði í teimum prísum, ið eru galdandi fyri tað tíðarskeiðið, ið uppgerðin fevnir um.

  • Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðarfrávik sum t.d. afturvendandi broytingar í virksemi millum árstíðirnar. Summar mánaðir kemur fyri, at árstíðarsveiggini eru so mikið óreglulig eftir fasta kalendaranum, at ikki ber til at árstíðarjavna.

  • Fastir prísir merkir, at uppgerðin er reinsað fyri prísvøkstur. Á henda hátt ber til at meta um gongdina í nøgdini av seldum vørum og tænastum.

  • Trendurin lýsir rákið í máldu tølunum, reinsað fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar

  • Vísital lýsa prosentvísu broytingina frá einum ári til annað við einum støðisári, ið verður sett til 100. Munurin millum tvey ár er máldur í prosentstigum. Samanbera vit við støðisárið, er talan um prosent.

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: Samlaða smásøluvísitalið er G.47 Smásøla onnur enn við motorakførum
Viðm.: Matvøruhandlar liggja í hesi vinnugrein