Løntakarar
11. mar 2020
28.060 løntakarar í desember – løntakaratalið veksur spakuligari

Vøkstur er framvegis í løntakaratalinum, men tað veksur spakuligari enn tað hevur gjørt.

Í desember vóru góðir 28.060 løntakarar. Tað eru 600 fleiri enn fyri ári síðani.

Gongdin, sum er lýst við trendinum, vísir, at fleiri løntakarar framvegis leggjast afturat løntakaraskaranum, men at løntakaratalið veksur spakuligari enn tað hevur gjørt. Serliga hetta seinasta árið hevur ferðin ikki verið tann sama.

[px-graph-1]

Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini. 

Í desember vóru um 14.600 menn og 13.450 kvinnur í løntakaraskaranum ella 52% menn og 48% kvinnur. Bæði hjá monnum og kvinnum er vøksturin í løntakaratalinum ikki eins stórur, sum hann hevur verið.

[px-graph-2]

Myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinabólkarnar.

Seinasta árið hevur lítil og eingin vøkstur verið í løntakaratalinum í privatu tænastuvinnunum. Tað eru góð tvey ár síðani, at ferðin í vøkstrinum fór at minka í privatu tænastuvinnunum.

Vøkstur er framvegis í hinum høvuðsvinnugreinabólkunum, tó ferðin í vøkstrinum er ymisk. 

[px-graph-3]

[px-graph-4]

Hví eru løntakaratølini góðar tveir mánaðir afturút?

Allir persónar, sum fáa løn tann uppgjørda mánaðin, verða taldir við sum løntakarar. Hjá summum starvsbólkum eru lønargjaldingarnar tó meira óregluligar enn hjá øðrum starvsbólkum, eitt nú hjá sjófólki. Tí vera teir persónar, sum onga løn fáa uppgjørda mánaðin, men hava fingið løn útgoldna bæði mánaðin fyri og eftir, taldir við sum løntakarar í uppgjørda mánaðinum. Tað hevur við sær, at løntakarauppgerðin gerst tveir mánaðir forskotin, so staðfestast kann hvørjir av hesum persónum skulu teljast við og ikki í uppgjørda mánaðinum.

Stutt um løntakarar

Ein løntakari er millum 16 og 74 ár, sum fær A-inntøku og hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin. Sum løntakarar verða tald tey, sum í einum mánaða fáa eina lønarupphædd útgoldna, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Hetta, uttan mun til um lønargjaldarin er ein føroysk ella ein útlendsk fyritøka.

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í løntakaratalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.

Stutt um høvuðsvinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.o. ráevnisvinna fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting.

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.

PX Web Graph News