Lønargjaldingar
08. jun 2020
800 milliónir í lønum í mai - stígur komin í

Góðar 800 milliónir vórðu útgoldnar í lønum í mai. Tað eru knappar 25 milliónir minni enn sama mánað í fjør. Vøksturin, sum hevur verið í lønargjaldingunum seinnu árini, er steðgaður upp. Eins og í apríl sæst fallið serliga í privatu tænastuvinnunum.
Uppgerðin fevnir um løn — arbeiðsloysisstuðul og lønarískoyti frá arbeiðsloysisskipanum telja tí ikki við í uppgerðini. Les meira um uppgerðina í kunningarkassanum undir greinini

Samlaðu útgoldnu lønirnar og gongdin í lønargjaldingunum síggjast á myndini niðanfyri.

Í mai vórðu góðar 800 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru knappar 25 milliónir ella 2,9% minni enn sama mánað í fjør. Gongdin, sum er lýst við trendinum vísir, at stígur er komin í vøksturin, sum hevur verið í lønargjaldingunum seinnu árini.

[px-graph-1]

Í myndini niðanfyri er framroknað, hvussu mars-, apríl- og maimánaður kundu væntast at sæð út undan koronufarsóttini, um gongdin í lønargjaldingunum var óbroytt. 

Reyðu prikkarnir vísa framroknaðu metingina (punktestimatið) fyri mars, apríl og mai. Gráa økið vísir óvissuna (80% og 95% sannlíki). Bláa linjan í myndini vísir útgoldnu lønirnar seinastu tvey árini. Bláu prikkarnir vísa útgoldnu lønirnar í mars-, apríl- og maimánaði í ár.

Av teimum trimum mánaðunum, sum farnir eru, síðani landið fór niður í ferð, er tað maimánaður sum brýtur mest frá væntaðu gongdini undan koronu. Í mars vóru útgoldnu lønirnar og framoknaða metingin nærum tann sama.

Lønargjaldingar

 

Gongdin í vinnugreinunum

Tær fýra myndirnar niðanfyri vísa lønargjaldingar og framrokningar fyri teir fýra vinnugreinabólkarnar, 'almennar tænastuvinnur', 'privatar tænastuvinnur', 'fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur' og 'bygging o.o. tilvirking'.

Ein samanbering millum útgoldnu lønirnar og framrokningina í mars, apríl og mai vísir, at tað serliga eru privatu tænastuvinnurnar, sum bróta frá væntaðu gongdini.

Í privatu tænastuvinnunum vórðu úgoldnar 236 milliónir í lønum í mai. Framrokningin vísir 274 milliónir sama mánað. Munurin er 38 milliónir ella 14% samanborið við metingina.

 Privatar tænastuvinnur

Hinir vinnugreinabólkarnir fylgja í størri mun væntaðu gongdini.

Almenn o.o. tænasta

Byggivinna o.o. tilvirking

Fiskivinna o.o. tilfeingisvinna

Vinnugreinar í privatu tænastuvinnunum

Av privatu tænastuvinnunum er tað í vinnugreinunum 'gistihús og matstovuvirki', 'handil og umvæling', 'flutningur annars' og 'húsarhaldstænastur', at niðurgongdin er størst. 

Í vinnugreinini 'gistihús og matstovuvirki' vóru útgoldnar góðar 6 milliónir í lønum í mai. Framroknaða metingin vísir 14 milliónir fyri maimánað. Fallið er næstan 8 milliónir ella 56%.

Gistihús og matstovuvirki


Innan 'handil og umvæling' vórðu útgoldnar góðar 71 milliónir í lønum. Metingin vísir knappar 77 milliónir. Munurin er 6 milliónir ella 7,6%. Hóast maimánaður soleiðis liggur væl lægri enn framrokningin, so hilnaðist hann nakað betur enn aprílmánaður.

Handil og umvæling


Í vinnugreinini 'húshaldstænastur', ið m.a. fevnir um hárfríðkan, vakurleikarøkt, venjingarmiðstøðir, reingerð og ruskinnsavnan, vórðu útgoldnar góðar 8 milliónir í mai. Metingin er knappar 9 milliónir. Burtursæð frá apríl hava lønargjaldingarnar innan húshaldstænastur so at siga fylgt væntaðu gongdini undan koronu.

Húshaldstænastur

 

Innan vinnugreinini 'flutningur annars', ið fevnir millum annað um flogferðslu, farmaflutning, bussleiðir, rutuferðslu, hýruvognskoyring og annan ferðafólkaflutning á landi, vórðu útgoldnar 23 millónir í apríl. Metingin var 32 milliónir. Munurin er 9 milliónir ella 30%.

Flutningur annars

 

Stutt um lønargjaldingarnar

Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. B-skattskyldugar inntøkur, samsýningar, arbeiðsloysisstuðul og lønarískoyti frá arbeiðsloysisskipanum og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir, eru ikki tald við.

Allar lønargjaldingar, sum lúka oman fyri nevndu krøv, verða taldar uppí uttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur. 

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í arbeiðsloysinum.

Stutt um framrokningina

Hvør einstøk framrokning er gjørd sum ein kombinerað framrokning við trimum hagfrøðiligum myndlum. Framrokningarnar eru valideraðar við training og testsetti í einum 12 mánaðar tíðarskeiðið. Valideringarnar hava verið bæði numeriskar og visuellar í mun til 12 mánaðar-testsettið.

Stutt um høvuðsvinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.

PX Web Graph News