Arbeiðsloysi

Arbeiðsloysið 0,9% í septembur - nú søguliga lágt

Vit skulu aftur til juni í 2008, tá arbeiðsloysið seinast var so lágt sum nú. Tá var arbeiðsloysið 1,1%.

Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysið og gongdina í arbeiðsloysinum. Káma strikan vísir arbeiðsloysisprosentið og sterka strikan vísir gongdina ella trendin.

Arbeiðsloysið var 0,9% í septembur, samanborið við 1,3% í septembur í fjør. Gongdin vísir, at lága arbeiðsloysið stendur við.

[px-graph-1]

Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysi fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa arbeiðsloysisprosentið og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini.

Í septembur var arbeiðsloysið 0,7% hjá monnunum og 1,0% hjá kvinnunum. Sama mánað í fjør var tað 1,3% hjá monnum og 1,6% hjá kvinnum.

Seinast tað var so lágt hjá monnunum var í mai 2008, tá tað var 0,8%.Seinast arbeiðsloysið hjá kvinnum var so lágt var í juni 2008, tá tað var 1,5%.

[px-graph-2]

Myndin niðanfyri vísur arbeiðsloysi eftir øki. 

[px-graph-3]

Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið arbeiðsleys. Stívliga helvtin av teim arbeiðsleysu hava verið arbeiðsleys styttri enn 3 mánaðir. 

[px-graph-4]

 

Hví eru arbeiðsloysistølini tveir mánaðir afturút?

Orsøkin til, at arbeiðisloysistølini eru umleið tveir mánaðir afturút, er, at fleiri seinkaðar skrásetingar um tey arbeiðsleysu verða gjørdar, eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað góðar tveir mánaðir, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um arbeiðsloysi

Arbeiðsleys eru persónar millum 16-66 ár, sum eru skrásettir sum arbeiðsleysir hjá ALS og Almannaverkinum.

Arbeiðsleys eru uttan nakað arbeiði, eru fult tøk fyri arbeiðsmarknaðin og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Tvey mát verða brúkt at gera arbeiðsloysið upp: fulltíðararbeiðsloysi og rakt av arbeiðsloysi:

Rakt av arbeiðsloysi: Tal á persónum, sum hava verið arbeiðsleysir 1 dag ella fleiri í mánaðinum.

Fulltíðararbeiðsloysi: Av tí at øll ikki eru arbeiðsleys allar dagar í einum mánaði, verða øll, sum eru rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíðararbeiðsleys.

Arbeiðsloysisprosent: Fulltíðararbeiðsloysið í mun til støddina á arbeiðsfjøldini.

Stutt um trendin

Gongdin er lýst við trendinum, ið vísir rákið í arbeiðsloysinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í arbeiðsloysinum.

PX Web Graph News