Gjaldsjavni
06. okt 2026
Avlopið á gjaldsjavnanum 2025 er góðar 700 milliónir krónur hægri enn í 2024

Stór avlop hava verið á rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans síðani 2013. Í 2025 vóru inntøkurnar frá sølu av vørum og tænastum, inntøkur frá fíggjarognum uttanlands og flytingar úr útlondum knappar 20 milliardir krónur. Útreiðslurnar vóru góðar 17 milliardir krónur í 2025. Hetta gevur eitt avlop á gjaldsjavnanum á nærum 2,8 milliardir krónur.
[px-graph-1]
Vørujavnin vísur eitt avlop á góðar tvær milliadir krónur, og tænastujavnin vísur knappar 700 milliónir krónur í halli. Lønarflytingarnar, fíggjarinntøkur og rakstrarflytingarnar góvu eitt íkast til avlopið uppá ávikavist 625, 250 og 561 milliónir krónur.
Vøksturin í avlopinum stavar í stóran mun frá, at sølan av vørum uttanlands vaks úr 11,6 milliardum krónum í 2024 upp í 13,3 milliardir krónur í 2025.
[px-graph-2]
Stutt lýsing av rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans
Uppgerðin av rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans fevnir um vøruhandil, tænastuhandil, inntøkuflytingar til og frá útlondum, ið eru lønarflytingar og ognarinntøkur frá beinleiðis íløgum og íløgum í virðisbrøv og lánsbrøv, umframt rentur á inn- og útlán og vøru- og tænastukredittir. Rakstrarflytingar eru fyrst og fremst einvegis flytingar uttan eitt beinleiðis mótkrav frá móttakara. Hetta er eitt nú flytingar frá danska statinum og pensións- og tryggingarflytingar.
Uppgerðin gevur innlit í, hvat slag av tænastum, inntøkuflytingum og rakstrarflytingum, eru millum Føroyar og umheimin.
Tænastuhandilin við umheimin er grundaður á spurnabløð, ið Hagstovan sendir út til ávísar fyritøkur. Av tí sama er ein ávís óvissa um hesi tølini.