Gistingar
28. jan 2025
Færri kamarsnætur, men fleri fólkanætur í 2024
Fólkanætur telja hvussu nógv fólk gista og hvussu leingi. Um eitt fólk svevur tríggjar nætur, ella um trý fólk sova eina nátt, er talan í báðum førum um tríggjar fólkanætur tilsamans.
Fólkanæturnar vóru góðar 230.400 í 2024, ið eru nærum 8.900 fleiri enn í 2023. Innskrivingarnar vóru 95.000 í tali, ið eru útvið 3% fleiri enn í 2023.
[px-graph-1]
Nýtslustigið minkað eitt vet
Rúmføri telur, hvussu nógv kømur eru tøk. Fyri at finna árliga rúmføri hjá einum gistingarhúsi við 20 kømrum, verða hesi faldaði við dagatali í árinum, sum gistingarhúsið hevur opið.
Nýtslustigið telur, hvussu nógv kømur eru brúkt í mun til hvussu nógv eru tøk.
Í fjør vóru 49 prosent av kømrunum á føroysku gistingarhúsunum brúkt. Tað er eitt vet minni enn í 2023, tá talið var 52 prosent. Her skal havast í huga, at talið av tøkum kømrum, ella rúmføri, er vaksið við gott 6.500 kømrum fyri alt árið. Kamarsnæturnar vóru gott 2.650 færri í fjør enn í 2023.
Nýtslustigið av kømrum var størst í 2019, tá ið tað var 61 prosent.
[px-graph-2]
Fólkanæturnar á støði við talið í 2022
Fólkanæturnar vóru góðar 230.400 í fjør, ið eru nærum 8.900 fleiri enn í 2023. Talið er nærvið tað sama sum tað var í 2022.
Býtið ímillum fólkanæturnar í Tórshavnarøkinum og restina av landinum er líkt býtinum undanfarnu tvey árini.
[px-graph-9]
Ferðafólk úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark seta met
Fólk úr Føroyum og Danmark hava sovið væl færri nætur á føroysku gistingarhúsunum í fjør enn í 2023. Harafturímóti hevur bólkurin av ferðafólki úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark sett met í 2024. Hesin bólkur gisti útvið 113.500 nætur í 2024. Hetta er ein hækking á 16 prosent.
[px-graph-8]
Orðalýsingar
Fólkanætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi fólk gista. Um 10 fólk gista 3 nætur, eru hetta 30 fólkanætur.
Innskrivingar telja, hvussu nógvar innskrivingar eru. Um 5 fólk skriva seg inn, eru hetta 5 innskrivingar, óansæð hvussu leingi tey gista. Um sami persónur innskrivar seg á eitt gistingarhús 3 ferðir á sama ári, telur viðkomandi sum 3 innskrivingar.
Kamarsnætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi kømur verða brúkt. Um 10 fólk gista í 5 kømurum í 3 nætur, eru hetta 15 kamarsnætur.
Nýtslustigið telur, hvussu nógv kømur eru brúkt í mun til hvussu nógv eru tøk.
Rúmføri telur, hvussu nógv kømur eru tøk.
Uppgerðin fevnir ikki um gistingarhúsini í Suðuroy.