Fólkatal
11. aug 2020
Ferðin í fólkavøkstrinum minkað eitt vet

Tann 1. juli í ár var fólkatalið 52.656 og vaks sostatt við 813 fólkum í 12-mánaðar skeiðinum 1. juli 2019 – 1. juli 2020. Tað svarar til ein vøkstur á 1,6%. Samanbera vit fyrra hálvár 2020 við sama tíðarskeið í fjør, minkar tann stóri fólkavøksturin bert eitt lítið vet.

Fyrra hálvár í ár vaks fólkatalið við 511 ella 1,0%, samanborið við 553 ella 1,1% fyrra hálvár í fjør. Munurin á 42 fólk kemur av, at burðaravlopið var 6 færri og nettotilflytingin var 36 færri. Í burðaravlopinum var føðitalið 38 færri, samstundis sum deyðatalið minkaði við 32. Í nettoflytingini var tilflytingin 58 færri og fráflytingin 22 færri.

t1

Broytingin so lítil, at hon valla sæst aftur í trendinum

Nú hava vit á sjeynda ári havt ein støðugan vøkstur í fólkatalinum, har tað leggjast eini 65-70 fólk afturat í miðal mánaðarliga. Hesir síðstu mánaðirnir hava tó verið serstakir síðani fyrstu koronutilburðirnar her á landi, og nógvar umstøður hava verið munandi broyttar. Møguliga sæst hetta aftur í, at ein lítil munur er at síggja í gongdini í fólkatalinum fyrra hálvár í ár, samanborið við  sama tíðarskeið í fjør. Kortini er munurin so lítil, at broytingin valla sæst í trendinum, sum vísir langtíðargongdina í rákinum, sambært myndini niðanfyri.

"

Tórshavnarøkið tekur 56% av øllum fólkavøkstrinum

Tað búgva 39% av øllum fólkinum í Føroyum í Tórshavnarøkinum, men vøksturin har var 458 fólk, svarandi til 56% av øllum fólkavøkstrinum í landinum

Í Eysturoy búgva sløk 23% av fólkinum í Føroyum. Og vøksturin har á 206 fólk svarar til 25% av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Í Norðoyggjum búgva 12% av fólkinum, men teirra partur av fólkavøkstrinum svarar til 8%.

Í Streymoyarøkinum annars búgva 9% av fólkinum, og teirra partur av fólkavøkstrinum er gott 6%. Í Vágum búgva stívliga 6% av fólkinum, og teirra partur av vøkstrinum var út við tann sami. Í Sandoy búgva 2,5% av fólkinum, og teirra partur av fólkavøkstrinum var júst tann sami. Suðuroy fær onki av fólkavøkstrinum. Har býr tí ein støðugt minkandi partur av fólkatalinum, nú beint niðanfyri 9%.

"

"

Ymiska íkastið til fólkavøksturin frá tilflyting og burðaravlopi

Avgerandi fyri gongdina í fólkatalinum eru burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) og nettoflytingin (munurin millum tilflyting og fráflyting).  Á myndini niðanfyri sæst, at tað er nettoflytingin, sum ger størstan mun í fólkavøkstrinum í øllum økjum í landinum. Men her sæst eisini týðiliga, at í Sandoyar sýslu er tað ikki flytingin, sum er trupulleikin, tí roknað eftir íbúgvatalinum er tilflytingin her størri enn í hinum høvuðsøkjunum í landinum. Hinvegin er eitt manglandi burðaravlop, t.v.s. at tað eru fleiri sum doyggja, enn børn ið verða fødd. Í Suðuroy eru bæði nettoflyting og burðaravlop negativ.
 

"

Kommunurnar

Verður hugt eftir einstøku kommununum, er nógv størsti vøkstur í Tórshavnar kommunu við 472 fólkum, svarandi til 2,2%. Síðani í Runavíkar og Klaksvíkar kommunum við ávikavist 95 fólkum (2,3%) og 59 fólkum (1,1%). Lutfalsliga er sostatt vøksturin í Tórshavnar og Runavíkar kommunum dupult so stórur sum í Klaksvíkar kommunu.

Av miðalstóru kommununum er størsti vøkstur í Sjóvar, Nes, Sørvágs, Sunda og Eiðis kommunum.

Lutfalsliga er størsti vøksturin í Eysturoy í Sjóvar kommunu við 3,2%. Síðani 1. Jan. 2014 er fólkatalið í Sjóvar kommunu vaksið úr 921 upp í 1.107.

Í Vágum er størsti vøkstur í Sørvágs kommunu við 29 fólkum ella 2,4%, og í Sandoy er sera stórur vøkstur í Skopunar kommunu við 18 fólkum, svarandi til 4%.

Í Suðuroy minkar ella stendur í stað í øllum kommunum.

"

"

Oyggjarnar

Eisini útoyggjar fáa ein part av fólkavøkstrinum - uttan Hestoy, ið er minkað niður í 18 fólk, og Koltur, har eingin býr longur sambært landsfólkaskránni. 8 eru komin aftrat í Nólsoy, 4 í Fugloy, 3 í Svínoy, 3 í Kalsoy, 2 í Skúvoy og 1 fólk í Mykinesi. Óbroytt er í Stóru Dímun við 10 fólkum.

"

 

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum eru skrásett at búgva í Føroyum sambært Landsfólkaskránni.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.