17. aug 2026
Føroyar frammaliga í nýskapan í Norðurlondum

Føroysku fyritøkurnar liggja frammaliga í nýskapan í tíðarskeiðinum frá 2022 til 2024 í Norðurlondum. Meira enn helmingurin av føroysku fyritøkunum eru nýskapandi. Tó eru føroyskar fyritøkur minst nýskapandi av vørum og tænastum.

Ein nýskapandi fyritøka fremur nýskapan í einum av sjey økjum. Tað kann vera nýskapan av vøru, tænastu, arbeiðsgongdum, fremja ella keypa gransking og menning, menna eina nýskapan lidna (sum tó ikki er tikin í brúk ella komin á marknaðin), sleppa ella útseta nýskapanarvirksemi ella hava eitthvørt framhaldandi nýskapanarvirksemi, sum ikki bleiv liðugt við árslok av tíðarskeiðinum av kanningini. 

Tað eru 61 prosent av føroysku fyritøkunum sum fremja eitthvørt slag av nýskapan. Fyritøkur í Føroyum, Svøríki, Noregi og Finnlandi liggja allar javnt, bert 3 prosent frá hvørjum øðrum. Tað eru 48 prosent av donskum fyritøkum sum eru nýskapandi. Hagtøl fyri Ísland eru ikki tøk fyri tíðarskeiðið frá 2022 til 2024. Fyri undanfarna tíðarskeið vóru 48 prosent av íslendsku fyritøkunum nýskapandi.

Føroyar minst nýskapandi av vørum og tænastum

Nýskapan av arbeiðsgongdum er vanligari enn vøru- og tænastunýskapan bæði her í Føroyum og í øðrum londum. 

Nýskapan av arbeiðsgongdum er ein nýggj ella betra tilgongd til eitthvørt virkisøki hjá fyritøkum. Millum annað um nýggjar ella munandi broyttar mannagongdir av vøru- og tænastuframleiðslu, útbreiðslu og logistik, dátuviðgerðar ella samskiftisháttir. Ein vøru ella tænastunýskapan er tá fyritøkan bjóðar eina nýggja ella munandi betraða vøru ella tænastu, enn tann fyritøkan bjóðað áður. Hendan vøran og tænastan kann vera nýggj bert hjá fyritøkuni ella nýggj á marknaðinum.

Helvtin av føroyskum fyritøkum fremja nýskapan í arbeiðsgongum. Tað eru 17 prosent av føroysku fyritøkunum sum eru nýskapandi í vørum og tænastum. Samanborið við hini Norðurlondini eru føroyskar fyritøkur minst nýskapandi við vørum og tænastum. Í Svøríki fremja 33 prosent av fyritøkum nýskapan við vørum og tænastum, í Noregi og Finnlandi 32 prosent, Danmark 25 prosent og Íslandi 29 prosent.

Meira enn helmingurin eru nýskapandi

Í tíðarskeiðinum frá 2022 til 2024 framdu 60 prosent av føroyskum fyritøkum við fleiri enn níggju starvsfólkum nýskapan, hetta eru 3 prosent meira enn síðsta kanning fyri tíðarskeiðið frá 2020 til 2022.

Sermerkt er, at fyritøkur innan Kunning og samskifti (J) eru allar nýskapandi á ein ella annan hátt. Hetta vísur seg fyri bæði tíðarskeiðini kanningin er gjørd. Í alivinnuni (A) eru 80 prosent av fyritøkunum nýskapandi. Helvtin av fyritøkunum í fiskiveiðu (A) eru nýskapandi. Samlaða talið av fyritøkum við níggju ella fleiri starvsfólkum er økt 4 prosent, tað eru 16 fyritøkur.

[px-graph-1]

Lítil broyting í mun til seinast

Størsta broytingin frá undanfarna tíðarskeiði, sæst í bólkinum av fyritøkum, sum hava eitthvørt framhaldandi nýskapanarvirksemi, sum ikki bleiv liðugt við árslok av tíðarskeiðinum av kanningini, og hava tí framhaldandi nýskapandi virksemi.

Føroyskar fyritøkur hugsavna seg um verandi kundar

Tá spurt verður um, hvussu umráðandi ymiskar virkisætlanir (strategiir) eru, siga 71 prosent av fyritøkunum, at fokus á nøgdsemi hjá verandi kundum hevur stóran týdning. Meira enn helvtin siga, at bjóða vørur og tænastur av bestu góðsku (quality leadership) somuleiðis hevur stóran týdning.

Tað eru 16 prosent av fyritøkunum sum siga, fokus á menning av nýggjari vøru og tænastu hevur stóran týdning.

[px-graph-2]

Nettosølan frá nýggjum ella betraðum vørum er minkað 323 milliónir krónur

Nettosølan frá nýggjum ella munandi betraðum vørum og tænastum, ið vóru nýggjar hjá fyritøkuni ella á marknaðinum, er 323 milliónir krónur minni í 2024 í mun til undanfarnu kanning í 2022. 

[px-graph-3]

Íløgur í gransking og menning minkaðar

Samlaðu íløgurnar í gransking, menning og nýskapan vóru 748 milliónir krónur í 2024. Tað eru 147 milliónir krónur minni enn í 2022. Afturgongdin sæst aftur í gransking og menning, ein minking á 105 milliónir krónur. Hetta samsvarar við hagtølini av íløgum í Gransking og menning, sum áður eru útgivin.

[px-graph-4]

Fleiri tøl um nýskapan finnur tú í hagtalsgrunninum. Hagtølini fevna millum annað um fígging til nýskapan, samstørv innan gransking, menning og nýskapan, umframt váðameting og ávirkan av ytri umstøðum á fyritøkuna. 

Fyritøkur, sum nýskapa 

Fyritøkur, sum nýskapa, bjóða eina nýggja vøru ella tænastu. Tær kunna eisini hava ment  ella eru í gongd við at menna eina nýggja vøru ella tænastu ella nýggja arbeiðsgongd. Nýskapan fevnir eisini fyritøkur, sum hava framt ella keypt gransking og menning.

Háttalag
Hagtølini eru gjørd í samsvari við altjóða ásetingum hjá Eurostat og Oslo-handbókina um nýskapan. Hetta tryggjar, at tølini kunnu samanberast við samsvarandi hagtøl úr øðrum londum.
Dáturnar eru savnaðar við spurnakanning, ið er send øllum fyritøkum við fleiri enn nýggju starvsfólkum. Kanningin verður gjørd annaðhvørt ár.

Hagtalshópur

Samlaða talið av fyritøkum, sum eru fevndar av kanningini.

Vinnugrein

Vinnugreinabýtið er skipað eftir NACE-vinnugreinabólkingini hjá Eurostat. Sambært Oslo-handbókini um nýskapan eru vinnugreinarnar A Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða, I Gisting og matstovuvinna og N Umsitingarligar o.l. tænastuveitingar ikki egnaðar til altjóða samanberingar, og eru tær tí ikki við tá samanbrið er við hini Norðurlondini.

PX Web Graph News
Viðm.: Árið 2022 er fyri tíðarskeiðið frá 2020 til 2022. Árið 2024 er fyri tíðarskeiðið frá 2022 til 2024.
Viðm.: Árið 2024 er fyri tíðarskeiðið frá 2022 til 2024.