Gistingar
24. mar 2022
Gistingarnar kvinka spakuliga uppeftir

Februar er vanliga ein av laku mánaðunum hjá gistingarhúsunum við fáum vitjanum. Í februar 2022 vóru gistinæturnar um 9.000 í tali. Tað er ein vøkstur upp á 21% í mun til sama mánað í fjør. Góð 31% av kømrunum á gistingarhúsunum vórðu brúkt í februar, samanborið við 24% í fjør.

Í februar 2022 vóru 9.010 gistingar á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru knappliga 1.600 gistinætur fleiri samanborið við sama mánað í 2021. Tað svarar til ein vøkstur upp á 21%. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.

[px-graph-1]

Flestu gistingarnar eru í Tórshavnarøkinum. Í februar vóru 94% av gistingunum á gistingarhúsum í Tórshavnarøkinum.

[px-graph-2]

Føroyingar áttu bróðurpartin av gistináttunum á gistingarhúsunum í februar, sum vóru gott 5.200 í tali ella 58% av gistingunum. Talið av gistináttum hjá føroyingum var áleið tað sama sum í februar í 2021.

Ímeðan talið av gistináttum hjá dønum vaks við 66%, nærum tvífaldaðist talið av gistináttum hjá fólkum úr øðrum londum enn Danmark samanborið við í februar í fjør.

[px-graph-3]

Innskrivingar

Innskrivingarnar vóru knappliga 4.800 í tali í februar 2022, sum er 14% hægri enn í februar í fjør. Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista.

Talið av ferðafólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark er farið at vaksa aftur. Tað er meira enn ferfaldað síðan februar í 2021 og innskrivingarnar eru nú næstan 500 í tali. Enn restar nakað í at koma upp á sama stig sum í februar 2020, tá tær vóru 800. Talið av føroyingum, ið gista á gistingarhúsum, er á leið tað sama sum í februar í 2021. Føroyingar áttu tríggjar fjórðingar av innskrivingunum í februar í ár. 

[px-graph-4]

Nýtslustig

Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. Góð 31% av kømrunum vórðu brúkt í februar, samanborið við 24% í februar í fjør.

[px-graph-5]

Orðalýsingar

Persónsgistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista. Um 10 fólk gista 3 nætur, eru hetta 30 gistinætur.

Innskrivingar telja, hvussu nógvar innskrivingar eru. Um 10 fólk skriva seg inn, eru hetta 10 innskrivingar, óansæð hvussu leingi tey gista. Eisini skrásett, um talan er um frítíðar- ella starvsferð.

Kamarsnætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi kømur verða brúkt. Um 10 fólk gista í 5 kømurum í 3 nætur, eru hetta 15 kamarsnætur.

PX Web Graph News