Gistingar
25. feb 2022
Gistingarnar kvinka spakuliga uppeftir

Januar er vanliga tann mánaðurin í árinum við fæst vitjanum á gistingarhúsunum. Í januar 2022 vóru gistinæturnar góðar 6.900 í tali. Innskrivingarnar vóru stívliga 3.600. Bæði seta met fyri januarmánað.

Í januar 2022 vóru 6.903 gistingar á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru knappliga 1.400 ella 25% fleiri gistinætur samanborið við sama mánað í 2021. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.

[px-graph-1]

[px-graph-2]

Føroyingar áttu bróðurpartin av gistináttunum á gistingarhúsunum í januar, ið vóru yvir 3.800 í tali. Talið av gistináttum hjá føroyingum minkaði tó eitt vet við 5% í mun til januar í 2021. Ímeðan talið av gistináttum hjá dønum vaks við 62%, meira enn tvífaldaðist talið av gistináttum hjá fólkum úr øðrum londum enn Danmark samanborið við í januar í fjør.

[px-graph-3]

Innskrivingar

Innskrivingarnar vóru stívliga 3.600 í tali í januar 2022, hetta er 19% hægri enn í januar í fjør. Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista.

Nú er talið av fólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark farið at vaksa aftur. Tað er nærum trífaldað síðan januar í 2020. Hóast tað enn restar nakað í at koma upp á sama stig sum í 2019. Talið av føroyingum, ið gista á gistingarhúsum, er á leið tað sama sum í januar í 2021, og føroyingar eiga tríggjar fjórðingar av innskrivingunum í januar í ár. 

[px-graph-4]

Nýtslustig

Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. Góð 23% av kømrunum vórðu brúkt í januar, samanborið við 17% í januar í fjør.

[px-graph-5]

Orðalýsingar

Persónsgistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista. Um 10 fólk gista 3 nætur, eru hetta 30 gistinætur.

Innskrivingar telja, hvussu nógvar innskrivingar eru. Um 10 fólk skriva seg inn, eru hetta 10 innskrivingar, óansæð hvussu leingi tey gista. Eisini skrásett, um talan er um frítíðar- ella starvsferð.

Kamarsnætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi kømur verða brúkt. Um 10 fólk gista í 5 kømurum í 3 nætur, eru hetta 15 kamarsnætur.

PX Web Graph News