Uttanlandshandil við vørum

Handilsjavnaavlopið 1,2 mia. seinasta árið

Seinasta árið (nov. 18-okt.19) innfluttu vit vøru fyri 8,1 mia. kr. árið fyri innfluttu vit fyri 7,6 mia. Somu tíðarskeið útfluttu vit fyri ávikavist 9,3 og 8 mia. kr. Sostatt var avlopið av uttanlandshandlinum við vørum 1,3 mia. seinasta árið mótvegis 400 mió. árið fyri. Tað er ein vøkstur í innflutninginum á 7% og í útflutninginum á 17%