Innflutningur av vørum
19. Mai 2026
Innflutningurin av akførum vaksin nærum 172 milliónir krónur

Innflutningsvirðið á øllum vørubólkum, uttan bólkinum "ídnaðarvørur flokkaðar eftir ráevni", vaks seinastu 12 mánaðirnar.
Innflutningur av matvørum er vaksin meira enn 353 milliónir krónur, ella 15,7 prosent, í mun til seinasta uppgerðarár.
Innflutningsvirðið á djóra- og plantuoljum er vaksið góðar 253,5 milliónir krónur. Serliga innflutningsvirðið á lýsi er vaksið.
[px-graph-1]
Innflutningur av oljuúrdráttum
Innflutningsvirðið av brennievni og øðrum oljuúrdráttum er seinasta árið vaksið nærum 95 milliónir krónur, ella 6,5 prosent. Hetta stendst í høvuðsheitum frá, at innflutta nøgdin er vaksin nærum 17 prosent, tí virðið fyri hvørt innflutt kilo hevur seinast árið verið minkandi. Tó síggja vit, at virðið fyri hvørt innflutt kilo í mars 2026 var 7,40 krónur kilo. Til samanberingar var virðið 4,20 krónur kilo í februar 2026.
[px-graph-5]
Innflutningur skiftur á lond
Innflutningurin úr øllum heimspørtum er vaksin, ella stendur í stað. Innflutningurin úr ES er vaksin knappar 734 milliónir krónur. Av hesum er innflutningurin av djóra- og plantuoljum vaksin við góðum 172 milliónum krónum og innflutningurin av akførum er vaksin við góðum 167 milliónum krónum. Innflutningurin úr Norðuramerika er vaksin við nærum 310 milliónum krónum. Hetta er fyri tað mesta fiskur úr Grønlandi.
[px-graph-2]
Innflutningurin úr ES hevur verið vaksandi síðani summarið 2024. Árini 2022 til 2024 hava stór sveiggj verið í innflutninginum úr ES. Nú liggur innflutningsvirðið á umleið 450 milliónum krónum um mánaðin, sum er á leið tað sama sum áðrenn 2022. Hinvegin hevur innflutningurin úr Evropa, frároknað ES, verið vaksandi seinastu árini. Innflutningurin úr Evropa annars er farin frá at liggja um 100 milliónir krónur um mánaðin til at liggja millum 200 og 300 milliónir krónur um mánaðin.
[px-graph-3]
Innflutningur skiftur á SITC vørubólkar
Innflutningurin er vaksandi í flestu vørubólkunum. Eitt nú er innflutningsvirðið í vørubólkunum 4.1 "Feitt og djórarunnin olja" og 4.2 "Planturunnin olja" vaksið við ávikavist 142,3 og 109,6 milliónum krónum og vørubólkur 7.8 "Akfør" er vaksin við 171,7 milliónum krónum. Í nøkrum vørubólkum er innflutningurin minkaður. Harímillum í bólki 6.5 "Tógv, vevnaður og klædnavørur", har innflutningurin av tilfari til net, trol og nótir er minkaður nógv.
[px-graph-4]