Innflutningur av vørum
17. jan 2023
Innflutningurin er komin í hæddina

Fyrstu 11 mánaðirnar í fjør varð innflutt fyri 11,3 milliardir krónur.

Innflutningurin til og við november 2022 er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 11,3 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 33% í mun til somu mánaðir árið fyri. Um skip og flogfør ikki verða tald við, er vøksturin 23%. Innflutningurin sær út til at verða komin í hæddina. Stóri vøksturin í innflutninginum, ið hevur verið seinastu mánaðirnar, er nú minkandi. 

Oljuprísurin er framvegis høgur, og tað sæst eisini aftur í innflutninginum. Vit hava innflutt brennievni fyri 2,1 milliard krónur ella 75% meira enn sama tíðarskeið í 2021.

Vøksturin í innflutningi til beinleiðis nýtslu liggur um 1%, meðan vøksturin í tilfari til vinnulívið liggur millum 16 og 35 prosent fyrstu 11 mánaðirnir í 2022.

Tað er ymiskt, hvussu prísvøksturin ávirkar innfluttu nøgdirnar. Eitt nú sær út til, at minni verður innflutt av byggitilfari, flutningsførum og vanligum nýtsluvørum, meðan nøgdin av tilfari til hav- og landbúnaðin ikki er minkað, hóast stórur prísvøkstur hevur verið seinasta árið.

[px-graph-1]

Í november 2022 varð innflutt fyri 223 túsund krónur úr Russlandi. Tað mesta av hesum er byggitilfar.

[px-graph-2]

PX Web Graph News