Gistingar
25. jun 2021
Knappliga 10.500 gistingar í mai - 40% minni enn fyri tveimum árum síðani

Tað eru nú fleiri sum gista á føroysku gistingarhúsunum. Í mun til mai-mánað í fjør er talið av gistingum vaksið við góðum 260%. Hinvegin minkaðu gistingarnar 40%, samanborið við mai í 2019.

Í mai vóru tilsamans knappliga 10.500 gistinætur á gistingarhúsunum. Tað eru nærum 7.600 fleiri gistinætur, samanborið við sama mánað í fjør. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.

[px-graph-1]

[px-graph-2]

Talið av gistináttum hjá dønum vaks í mai við sløkum 500% í mun til sama mánað í fjør. Talið av gistináttum hjá fólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark trífaldaðist.

Føroyingar áttu helmingin av gistinætrunum í mai. Seinasta árið hevur talið hjá føroyingum annars ligið um 60-70%. 

[px-graph-3]

Innskrivingar

Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista.

[px-graph-4]

Nýtslustig

Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. 

Ein lítil triðingur av kømrunum vóru brúkt í mai. Tað er nærum tvífalt av nýtslustignum í fjør, tá tað var 16,7%. Sama mánað í 2019 var nýtslustigið heilt uppi á 74,6%.

Í mun til í fjør er talið av kømrum vaksið, tí tvey nýggj gistingarhús eru latin upp.

[px-graph-5]

Orðalýsingar

Persónsgistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista. Um 10 fólk gista 3 nætur, eru hetta 30 gistinætur.

Innskrivingar telja, hvussu nógvar innskrivingar eru. Um 10 fólk skriva seg inn, eru hetta 10 innskrivingar, óansæð hvussu leingi tey gista. Eisini skrásett, um talan er um frítíðar- ella starvsferð.

Kamarsnætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi kømur verða brúkt. Um 10 fólk gista í 5 kømurum í 3 nætur, eru hetta 15 kamarsnætur.

PX Web Graph News