Gistingar
26. aug 2021
Knappliga 31.300 gistingar í juli — besti mánaður nakrantíð

Tað er met fyri ein einstakan mánað. Í mun til juli-mánað í fjør er talið av gistingum vaksið við knappliga 50%. Samanborið við juli í 2019, sum hevði gamla metið, er vøksturin 25%.

Í juli í ár vóru knappliga 31.300 gistingar á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru góðar 10.200 fleiri gistinætur samanborið við sama mánað í fjør. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.

[px-graph-1]

[px-graph-2]

Talið av gistináttum hjá dønum vaks í juli við sløkum 36% í mun til sama mánað í fjør. Talið av gistináttum hjá fólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark meira enn tvífaldaðist.

Føroyingar áttu stóran fjórðing av gistináttunum í juli. Seinasta árið hevur talið hjá føroyingum annars ligið um 60-70%. 

[px-graph-3]

Innskrivingar

Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista. Innskrivingarnar vóru um 10.800 í tali í juli, sum er 35% meira í mun til í fjør.

Vøksturin er 4% meira enn sama mánað í 2019. Talið av innskrivingum er sostatt ikki økt eins nógv og talið av gistináttum, sum merkir, at tey vitjandi hava gist fleiri nætur.

[px-graph-4]

Nýtslustig

Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur.

Um 75% av kømrunum vórðu brúkt í juli, samanborið við 63,5% í fjør. 

Í 2019 var nýtslustigið 90%, sum er tað hægsta, ið hevur verið. Í fjør vaks talið av kømrum munandi, tí tvey størri gistingarhús eru latin upp og onnur útbygd, og tí er rúm er fyri fleiri vitjandi. Nýtslustigið er tí lægri enn í 2019, hóast gistingarnar vóru fleiri.

[px-graph-5]

Orðalýsingar

Persónsgistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista. Um 10 fólk gista 3 nætur, eru hetta 30 gistinætur.

Innskrivingar telja, hvussu nógvar innskrivingar eru. Um 10 fólk skriva seg inn, eru hetta 10 innskrivingar, óansæð hvussu leingi tey gista. Eisini skrásett, um talan er um frítíðar- ella starvsferð.

Kamarsnætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi kømur verða brúkt. Um 10 fólk gista í 5 kømurum í 3 nætur, eru hetta 15 kamarsnætur.

PX Web Graph News