Nøvn
15. sep 2023
Jákup og Maria eru framvegis vanligastu nøvnini
Jákup og Jógvan eru framvegis vanligastu nøvn á monnum í Føroyum. Nøvnini Jákup og Jógvan hava ligið sum nummar eitt og tvey øll árini síðan 1985. Síðani 2002 hevur Jákup verið mest vanliga navnið, meðan Jógvan var mest vanliga navnið áðrenn tað.
Somuleiðis hava nøvnini Rúni, Høgni, Ólavur og Kári verið vanlig mannfólkanøvn í nógv ár. Einasta broyting er, at navnið Eyðun er skift út við navnið Jónas í 2021.
Fara vit 30 ár aftur til 1992 er broytingin eitt sindur størri. Tá vóru nøvnini Bárður, Martin og Magnus ikki á listanum fyri tíggju tey mest vanligu nøvnini, men Jan, Regin og John í staðin.
Jónas tikið stórt lop seinastu 30 árini
Nýggjasta navnið á listanum yvir tíggju tey mest vanligu nøvnini á monnum er Jónas. Tað er best umtókta navn á monnum í einogtjúgundu øld og er klintrað av einum 494. plássi í 1992 til níggjunda pláss í 2022, tá teir vóru 170 í tali.
10 mest vanligu nøvnini á monnum
2022
1992
Pláss nr.
Persónstal
Pláss nr.
Persóntal
Jákup
1
316
2
239
Jógvan
2
286
1
271
Rúni
3
188
5
162
Høgni
4
187
4
167
Bárður
5
186
11
136
Martin
5
186
16
117
Magnus
7
176
13
130
Ólavur
8
172
6
152
Jónas
9
170
494
6
Kári
10
164
9
142
Einki navn er skift út á listanum yvir 10 tey mest vanligu mannfólkanøvnini í nýggju navnauppgerðini, tó hevur Høgni tikið Bárð, soleiðis at nøvnini hava skift raðfylgju.
Hanna og Lív millum mest vanligu nøvnini á kvinnum
Eins og hjá monnunum eru tíggju tey vanligastu nøvnini á kvinnum at kalla tey somu í 2022 sum fyri 30 árum síðani.
Vanligastu nøvnini á kvinnum, sum búðu í Føroyum 1. januar í ár, vóru Maria, Anna og Annika. Síðani koma vælkend nøvn sum Katrin, Beinta, Marjun og Rannvá.
Maria, Anna og Annika hava verið ovast á listanum yvir nøvn á kvinnum øll árini síðan 1995. Áðrenn 1995 var Marjun millum tey trý mest vanligu nøvnini á kvinnum. Tíggju tey vanligastu nøvnini í 2022 vóru at kalla tey somu sum í 1992. Einasti munur er, at navnið Súsanna er skift út við nøvnini Hanna og Lív, sum í 2022 bæði eru á tíggjunda plássi.
10 mest vanligu nøvnini á kvinnum
2022
1992
Pláss nr.
Persónstal
Pláss nr.
Persóntal
Maria
1
272
4
167
Anna
2
237
1
208
Annika
3
209
2
174
Katrin
4
190
6
155
Beinta
5
179
5
161
Marjun
6
178
3
169
Rannvá
7
175
7
146
Elin
8
159
8
130
Heidi
9
157
9
125
Hanna
10
151
17
97
Lív
10
151
38
63
Hóast tað eru fáar broytingar í listunum yvir mest vanligu nøvn, merkir tað ikki, at navnarákið stendur í stað. Fleiri nøvn eru løgd aftrat hesi 30 árini síðan 1992, og nøkur av teimum, sum eru nógv brúkt í dag, eru til dømis Silas, Lukas, Nóa, Liam, Aleksandur og Bragi.
[px-graph-1]
Fleiri nøvn eru somuleiðis løgd aftrat síðan 1992 hjá kvinnunum, og nøkur av teimum, sum eru nógv brúkt í dag, eru til dømis Emilia, Alda, Ranja, Vón, Brá, Ria, Lý og Mira.
[px-graph-2]
Dupultnøvnini eru ikki líka vanlig, sum tey hava verið. Millum 100 tey mest vanligu nøvnini á kvinnum í 2022 vóru einans tvey dupultnøvn, Anna Maria og Anna Sofía, og millum nøvnini á monnum var bert eitt dupultnavn, Hans Jacob.
Les meira á temasíðuni um nøvn ella royn navnaleitaran.
Stutt um nøvn
Uppgerðin fevnir um fornøvn (1. navn ella 1. og 2. navn) á persónum, sum búðu í Føroyum tann 1. januar. Nøvnini eru gjørd upp soleiðis, sum tey eru skrásett í Landsfólkayvirlitinum. Um ein persónur hevur eitt fornavn, verður hetta gjørt upp sum eitt navn. Um ein persónur hevur tvey fornøvn, t.d. Hans Petur, verður hetta eisini gjørt upp sum eitt navn.
Av tí at tað kunnu ganga upp til 6 mánaðir áðrenn eitt barn skal hava fingið navn, verður navnauppgerðin gjørd eftir 1. juli.