Brúkaraprístal
24. sep 2026
Prísurin á kjøtvørum hækkaður nærum otta prosent

Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Sostatt er brúkaraprístalið eitt mát fyri prísvøkstur í Føroyum, sum eisini verður nevnt inflatión. Nýggjasta uppgerðin er fyri mai mánað í ár.
[px-graph-8]
Prístalið hækkað seinasta árið
Prístalið hækkaði 2,5 prosent frá august 2025 til august 2026. Størsta orsøkin til prísvøksturin stavar frá hækkandi brennioljuprísi.
[px-graph-1]
Misjøvn prísgongd
Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Av teimum telja býli og flutningur næst og triðmest hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi. Prísirnir á býli og flutningi eru hækkaði ávikavist 5,2 prosent og 7,4 prosent. Prísvøksturin í hesum bólkum stavar fyri tað mesta frá hægri brennioljuprísum. Onnur vøra, ið eisini er hækkað nógv er tubbak, har prísurin er hækkaður upp móti 14 prosentum.
Hinvegin eru aðrar vørur og tænastur, ið tálma prísvøkstrinum. Húsalánsrentan er lækkað nógv. Prísirnir á húsbúnaði og húshaldsútgerð eru eisini lækkaðir seinasta árið.
[px-graph-2]
Grønmeti er bíligari
Í august 2026 vóru mat- og drykkjuvørur nærum eitt prosent dýrari enn sama mánað í fjør. Seinastu fimm árini eru mat- og drykkjuvørur dýrkaðar góð 30 prosent.
[px-graph-3]
Tá hugt verður nærri at, hvørjar mat- og drykkjuvørur, ið hava verið fyri prísvøkstri seinasta árið, sæst, at serliga kjøt er dýrkað. Prísvøksturin er næstan 8 prosent fyri kjøt, og er hann galdandi fyri stórt sæð allar kjøtvørur. Prísirnir á breyði og kornvørum umframt kaffi, te og kakao eru farnir upp við nærum trimum prosentum.
Prísurin á grønmeti er lækkaður, og stavar tað millum annað frá, at MVG ikki longur verður lagt á hesar vørur.
[px-graph-4]
Brennievni til býli og flutning
Prísirnir á nýtsluni hjá húsarhaldunum til býli og til flutning eru í miðal hækkaðir ávikavist góð fimm prosent og góð sjey prosent frá august í 2025 til august í 2026. Tó er prístalið fyri býli lækkað eitt vet seinasta ársfjórðing. Hetta stavar frá lægri rentu og frá, at prísvøksturin á húsaleigu og umvælingum ikki hevur verið eins høgur seinasta ársfjórðing.
[px-graph-7]
Miðalrentan er lækkað góð 20 prosent seinasta árið, og tað togar prísvøksturin niður. Hinvegin er prísurin á brenniolju hækkaður upp móti 31 prosentum. Hesi toga hvør sín veg, so prístalið fyri býli hækkaði í miðal 5,2 prosent í august 2026.
Príshækkingin á brennievni til bilar ávirkar prístalið fyri flutning. Prístalið fyri brennievni til bilar hækkaði nevniliga 33,6 prosent frá august 2025 til august 2026.
Meirvirðisgjaldið á brennievni til akfør var tikið av hálvan mai, og lagt á aftur frá 1. august 2026. Prísurin á brennievni, fyri til dømis august mánað, verður roknaður sum miðal av dagsprísunum allar dagar í august.
[px-graph-8]
Stutt um brúkaraprístalið og prísvøkstur
Prísvøkstur ella inflatión er eitt mát fyri, hvussu nógv brúkaraprístalið er hækkað. Brúkaraprístalið mátar prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Tað merkir, hvussu nógv húsarhaldini skulu rinda fyri tær vørur og tænastur, sum tey keypa. Um árligi prísvøksturin er fimm prosent, so skal ein rinda 105,- krónur fyri at keypa somu vørur og tænastur, sum ein kundi keypa fyri 100,- krónur árið frammanundan.
Tá prísvøksturin er stórur, verður peningurin í roynd og veru minni verdur, tí tú fært færri vørur og tænastur fyri somu upphædd. Tað merkir, at keypiorkan hjá húsarhaldunum minkar, um inntøkan ikki veksur eins nógv.
Prísirnir á vørum broytast ymiskt yvir tíð, og vektargrundarlagið er avgerandi fyri, hvussu stóra ávirkan prísbroytingarnar í teimum ymsu vørubólkunum hava á brúkaraprístalið.
Hagstovan ger mánaðarliga uppgerð av brúkaraprístalinum fýra ferðir árliga – í februar, mai, august og november. Uppgerðin verður gjørd eftir altjóða leisti, sum ger tað møguligt at bera saman prísbroytingar við uppgerðir av prísbroytingum hjá øðrum londum, ið framleiða brúkaraprístalið eftir sama altjóða leisti.
Tað finnast eisini onnur vísitøl fyri prísgongd, m.a. fyri vørur og tænastur framleiddar til annað enn endaliga húsarhaldsnýtslu og tann sonevndi BTÚ-deflatorurin, ið er mát fyri samlaðu prísgongdina á øllum vørum og tænastum framleiddar í einum búskapi. Brúkaraprístalið er sostatt eitt av fleiri mátum fyri inflatión í einum búskapi.