Fólkatal
10. jul 2026
Stívliga 55.400 fólk búðu í Føroyum 1. juni — vøksturin var 1,2%

Fólkatalið, sum fór upp um 55.000 í februar, heldur fram at vaksa og er longu farið upp um 55.400 fólk. Fólkavøksturin, sum hevur verið lakur í góð tvey ár, er seinastu tíðina vaksin, og lutfalsligi vøksturin er aftur oman fyri eitt prosent eftir at hava verið um hálvt prosent í hálvttriðja ár. Myndin niðanfyri vísir gongdina mánað fyri mánað.
[px-graph-1]
Størri fólkavøkstur
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð.
Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 185 fólk og einari nettoflyting á 462 fólk. Tað eru samanlagt ein fólkavøkstur á 647 fólk — 401 fólk fleiri enn í undanfarna tíðarskeiði.
Burðaravlopið var um 30 størri enn í undanfarna tíðarskeiði, serliga tí at fleiri børn vóru fødd. Tað vóru 22 fleiri børn vóru fødd seinastu tólv mánaðirnir samanborið við teir undanfarnu tólv, tá lutfalsliga fá børn vóru fødd.
Stór broyting var í nettoflytingini, sum vaks úr 89 í undanfarna tíðarskeiði upp í 462 seinasta árið. Tilflytingin vaks samstundis sum fráflytingin minkaði. Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri.
Fleiri uttan bústaðartilknýti
Av teimum, sum fluttu til Føroya seinastu mánaðirnar, vóru fleiri uttan bústaðartilknýti enn við bústaðartilknýti. Myndin niðanfyri vísir ein vøkstur í fólkatalinum seinastu mánaðirnar millum tey, sum ikki høvdu bústaðartilknýti.
[px-graph-5]
Vaksandi nettoflyting
Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.
Trendarnir vísa, at frá ársbyrjan 2024 fram til fjørsummar var gongdin í til- og fráflytingini á nøkulunda sama stigi. Nettoflytingin var tí sera lítil. Síðani er gongdin broytt nakað. Gongdin í tilflytingini er síðan fjørsummar vaksin, meðan gongdin í fráflytingini er minkað. Gongdin i nettoflytingin er tí vaksin munandi síðan tá.
[px-graph-3]
Vaksandi burðaravlop
Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum mánað fyri mánað. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.
Mánaðarligi trendurin vísir, at gongdin í føðitalinum, sum hevur verið vaksandi síðan 2024, hevur verið nakað minkandi síðan á heysti í 2025. Hinvegin sæst ein lítil vøkstur í gongdini í deyðatalinum seinastu mánaðirnar.
[px-graph-4]
Fólkatalið í kommununum
Meir enn trýss prosent av fólkavøkstrinum seinasta árið var í Tórshavnar kommunu, har tað nú búgva yvir 23.700 fólk. Næststørsti fólkavøksturin var í Runavíkar, Sjóvar, Klaksvíkar og Nes kommunu.
Aðrar kommunur við munandi fólkavøkstri vóru Eysturkommuna, har fólkatalið serliga vaks í Norðragøtu, og Sands kommuna.
Fólkatalið minkaði mest í Tvøroyrar kommunu, har tað minkaði mest í Ørðavíkslíð.
Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. juni 2025 og 2026.
[px-graph-4]
Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.
Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.
Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.