Gistingar
25. okt 2022
Útlendingar gista aftur á gistingarhúsunum

Í september vóru slakar 23.400 gistinætur á føroysku gistingarhúsunum. Nú sæst av álvara, at fleiri útlendingar gista aftur á gistingarhúsunum, meðan talið av føroyingum minkar samsvarandi.

Gistinæturnar vóru góðar 200 færri í september samanborið við sama mánað í fjør. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.

[px-graph-1]

Flestu gistingarnar eru í Tórshavnarøkinum. Í september vóru sløk 90% av gistingunum í Tórshavnarøkinum. Tað er á leið sama býti sum í september í fjør.

[px-graph-2]

Tá koronufarsóttin herjaði, vóru ferðafólkini færri, og føroyingar høvdu størstapartin av gistináttunum á gistingarhúsunum í hesum tíðarskeiðnum. 

Í september áttu danir 36% av gistináttunum, og talið av gistináttunum hjá fólkum úr øðrum londum enn Danmark og Føroyum er komið upp á 48%. Føroyingar áttu 16% av gistináttunum.

Færri føroyingar og danir gistu á føroysku gistingarhúsunum í september borið saman við í fjør. Hinvegin vóru stívliga 30% fleiri útlendsk ferðafólk úr øðrum londum enn Danmark.

[px-graph-3]

Fleiri innskrivingar

Innskrivingarnar vóru stívliga 8.200 í september. Tað er 4% fleiri enn í september í fjør. Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista.

[px-graph-4]

Meira enn helmingurin av kømrunum brúkt

Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. 57%  av kømrunum vórðu brúkt í september. Tað er á leið á sama stigi sum í september í fjør, tá 62% av kømrunum vóru brúkt.

[px-graph-5]

40% fleiri gistingar og innskrivingar higartil í ár

Verður hugt at tølunum higartil í ár, sæst at gistingarnar eru 40% fleiri og innskrivingarnar eru 37% fleiri í mun til sama tíðarskeið í fjør.

[px-graph-6]

 

Orðalýsingar

Persónsgistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista. Um 10 fólk gista 3 nætur, eru hetta 30 gistinætur.

Innskrivingar telja, hvussu nógvar innskrivingar eru. Um 10 fólk skriva seg inn, eru hetta 10 innskrivingar, óansæð hvussu leingi tey gista. Eisini skrásett, um talan er um frítíðar- ella starvsferð.

Kamarsnætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi kømur verða brúkt. Um 10 fólk gista í 5 kømurum í 3 nætur, eru hetta 15 kamarsnætur.

PX Web Graph News