Lønargjaldingar

Tilfeingisvinna

Tilfeingisvinna fevnir um, Landbúnað, Fiskiskap, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinnu, Fiskavøruídnað umframt Ótilskilað v.m.

Hvat er løn?

  • Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Sostatt telja útlendskar fyritøkur ella fyritøkur, sum ikki hava virksemi í Føroyum ikki við her.
  • Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. B-skattskyldugar inntøkur, samsýningar, lønarískoyti frá arbeiðsloysisskipanum og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir, eru ikki taldar við.
  • Allar lønargjaldingar verða taldar uppí, uttan mun til um lønarmóttakarin býr í Føroyum ella uttanlands.

Orðalýsingar:

  • Løntakaraøki vísir til bústaðin hjá løntakaranum.
  • Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðarfrávik, sum t.d. afturvendandi broytingar í virksemi millum árstíðirnar. Summar mánaðir kemur fyri, at árstíðarsveiggini eru so mikið óreglulig eftir fasta kalendaranum, at ikki ber til at árstíðarjavna.
  • Trendurin lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í lønargjaldingunum.

Sí eisini síðurnar Løntakarar í tilfeingisvinnuni og Lønargjaldingar fyri alt landið.

Vinnugreinabýti

Eitt vinnugreinabýti bólkar løntakarar eftir framleiðsluvirksemi av sama slagi. Hagstova Føroya bólkar eftir altjóða NACE-leistinum. NACE-leisturin er tó tillagaður og hevur eitt nærri uppbýti av vinnugreinum, ið eru serliga viðkomandi fyri føroyska framleiðslu:

Fiskivinna o.o. ráevnisvinna fevnir um: Landbúnað, Fiskiskap, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinnu, Fiskavøruídnað, Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um: Skipasmiðjur og smiðjur, Annan ídnað, Bygging, Orku- og vatnveiting

Privatar tænastuvinnur fevnir um: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutning, Flutning annars, Post og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur, Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um: Almenna fyrisiting v.m. (Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing, Heilsu- og almannaverk)

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri