Rakstur
Rakstur, fíggjarstøða og roknskaparlyklatøl hjá fyritøkum eru lýst við støði í roknskaparhagtølum.
Í hagtalsgrunninum eru fyritøkur býttar í vinnugreinabólkar eftir sama slag framleiðsluvirksemi. Føroyska vinnugreinabólkingin er grundað á altjóða NACE-vinnugreinaflokkingina, tó við ávísum tillagingum soleiðis at til dømis alivinnan, ið er lutfalsliga stór vinna í Føroyum, kann eyðmerkjast fyri seg.
Hagtølini fevna um allar fyritøkur, sum eru partur av geiranum ikki-fíggjarlig feløg, tó undantikið fyritøkur undir almennum ræði, t.d. Apoteksverkið og Rúsdrekkasøla Landsins. Einstaklingsvirki, sum eru partur av húsarhaldsgeiranum, fíggjarlig feløg og virksemi hjá oljufeløgum á føroyska landgrunninum eru heldur ikki við í hesum hagtølunum
Fyri at geva eina neyvari mynd av virkseminum í einstøku vinnugreinabólkunum og fyri ikki at gera dupultteljingar er úrslit av kapitalpørtum, t.e. dótturfeløg og atknýtt feløg, ikki tikið við í rakstrarúrslitið hjá fyritøkunum.

-
Talva í grunninum