Livialdur

Livialdur, á enskum "life expectancy", er, hvussu leingi ein aldursbólkur í miðal hevur eftir at liva, um deyðatíttleikin fyri hendan og eldri aldursbólkar verður verandi sum í uppgerðarárinum.

Tað mest vanliga er at uppgeva livialdurin fyri 0 ára gomlu, t.e. tey sum eru fødd í uppgerðarárinum, og hvussu leingi tey í miðal kunnu roknast at fara at liva. Livialdurin fyri 65-ára gomul er talið av árum tey í miðal hava eftir at liva.

Av tí at útrokningarhátturin er grundaður á talið á livaðum døgum í Føroyum millum tveir føðingardagar, kemur tíðarskeiðið at spenna yvir 2 kalendaraár 1985/1986, 1986/87 o.s.fr.

Tey árligu tølini sveiggja nógv, tí fólkatalið er lutfalsliga lítið. Livialdurin verður tí javngjørdur fyri at fáa eina meiri rættvísandi mynd av veruligu gongdini. At tølini eru javngjørd merkir, at tey máldu tølini eru javnað, soleiðis at árligu sveiggini ikki órógva samlaðu myndina. Javngerðin er gjørd við LOWESS-mátanum (LOcally WEighted Scatterplot Smoothing).

Tølini fyri 1966-1985 eru 5-árlig miðaltøl frá Danmarks Statistik. Hesi tølini eru ikki javngjørd og eru bara roknað fyri hvørt kynið sær.

Orðalýsingar:

  • Vísitøl lýsa prosentvísu broytingina frá ári til árs við einum støðisári, ið verður sett at vera 100. Munurin millum tvey ár er máldur í prosentstigum. Samanbera vit við støðisárið, er talan um prosent.
  • EA eru tey 19 londini, ið nýta evruna sum gjaldoyra (EA19, juni 2020)
  • ES eru tey 27 londini í Evropasamveldinm (ES27, juni 2020) 

Sí eisini Deyð.

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri
Viðm.: Sí orðalýsingar