Avreiðingar

Avreiðingar er tað, sum verður skrásett um avreiðingarskipanina. Hetta verður eisini umtalað sum feskfiskaveiðan, tí meginparturin av tí, sum føroysk skip avreiða feskt, fer um hesa skipan. Kortini er hetta ikki heilt rætt, tí eitt nú svartkjaftur verður ikki taldur uppí her, hóast hann er feskur, tá ið hann verður avreiddur. Avreiðingarskipanin umfatar kortini allan feskan botnfisk, flundrufisk og annan fisk, sum veiddur verður á føroyskum sjóøki.

Avreiðingar av feskfiski eru uppgjørdar í landaðari vekt, t.e. tað verður ikki lagt upp fyri, at nakað verður avhøvdað, annað kruvt og uppaftur annað bara ísað runt/ósløgt.

Rotate phone
Snara telefonini á, so síggjast grafarnir betri