Løn (A-skattað)
16. des 2025
13,5 milliardir útgoldnar í lønum seinastu 12 mánaðirnar — vøksturin er 6,5 prosent

825 milliónir krónur, ella 6,5 prosent, fleiri lønarkrónur vórðu útgoldnar í tíðarskeiðinum frá desember 2024 til november 2025 samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar.
[px-graph-2]
Um hugt verður eftir trendinum, sæst at vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur seinastu árini.
[px-graph-1]
Løn í botnfiskiveiðu eigur fjórðapart av samlaðum vøkstri
Talvan niðanfyri vísir A-skattaðu lønirnar á ovasta stigi eftir vinnugreinaflokkingini NACE fyri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við 12 mánaðir frammanundan. Størsti vøkstur í krónum átti "Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða", sum átti triðingin av vøkstrinum. Verður hendan vinnugreinin útgreinað, sæst at vøksturin er serliga stórur í botnfiskiveiðu, har útgoldnu lønirnar vóru góðar 200 milliónir krónur ella 62 prosent størri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið.
Almennu vinnugreinarnar "Heilsu- og Almannaverk" og "Almenn umsiting og verja; lógarkravdar almannaveitingar" hava eisini havt stóran vøkstur við ávikavist 111 milliónum krónum, ella 6 prosentum, og 91 milliónum krónum, ella fimm prosentum.
[px-graph-5]
Menn eiga størra partin av lønini og vøkstrinum
Av vøkstrinum á 825 milliónir krónur seinastu 12 mánaðirnar, áttu menn størra partin við 67 prosentum.
Býtt á geira, áttu menn, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði, størsta vøkstur við 476 milliónum krónum ella 8 prosentum. Hetta er meir enn helvtin av samlaða lønarvøkstrinum seinastu tólv mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið. Hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði, høvdu kvinnur størra vøksturin við 188 milliónum krónum ella 6 prosentum.
[px-graph-3]
Miðallønin hjá kvinnum triðingur lægri
Í november var mánaðarliga miðallønin fyri hvønn persón 36.677 krónur. Hetta eru 2,1 prosent hægri samanborið við sama mánað í fjør. Kvinnur fingu 29.712 krónur í miðal, sum eru 31 prosent lægri enn miðallønin hjá monnum, sum var 43.071 krónur. Samanborið við sama mánað árið fyri er útgoldna miðallønin vaksin við 3,2 prosentum hjá kvinnum og 1,5 prosentum hjá monnum. Gev gætur, at tað ikki verður tikið hædd fyri arbeiðstíð, tá miðallønin verður roknað. Hon verður roknað við at býta samlaðu lønina við tal av persónum, sum fáa løn.
[px-graph-7]
Størsti lønarvøkstur í Sandoyar øki
Niðanfyri sæst prosentmunur í útgoldnum lønum seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið býtt á bústaðarøki. Búsitandi í Sandoyar øki høvdu størsta vøkstur við 16,2 prosentum. Búsitnadi í Suðurstreymoyar øki høvdu minsta lønarvøkstur við 5,3 prosentum.
Meira útgreinaði lønarhagtøl um øki eru á økissíðunum: Norðoya øki, Eysturoyar øki, Norðstreymoyar øki, Suðurstreymoyar øki, Vága øki, Sandoyar øki, Suðuroyar øki.
[px-graph-4]
Um lønarhagtølini
Løn sum hagfrøðiligt hugtak er partur av tí breiðu allýsingini av viðurlagi til starvsfólk. Viðurlag er tvíbýtt í a) løn og b) ískoyti hjá arbeiðsgevarum til sosialar skipanir, herundir pensjón. Hugtøkini byggja á allýsingina í tjóðarroknskaparhandbókunum 'System of National Accounts' hjá ST og 'European System of Accounts' hjá Eurostat.
Eftir hesi allýsing fevnir løn um lønarpartar so sum grundløn, viðbøtur, yvirtíðargjøld, frítíðarløn, starvsfólkaágóðar, men ikki um sosial gjøld hjá arbeiðsgevaranum so sum eftirløn, arbeiðsloysistrygging og barsilsgjald.
Hagtølini um lønir fevna bert um løn í peningi, ið verður goldin av einum arbeiðsgevara til eitt starvsfólk um samtíðarskattaskipanina. Tískil fevna lønir bara um A-skattskyldugar inntøkur frá arbeiðsgevarum, ið eru búskaparliga virknir í Føroyum. Allar lønir, sum lúka oman fyri nevndu krøv, telja við, uttan mun til um starvsfólkið er búsitandi í Føroyum ella uttanlands.
Orðalýsingar:
- "Undir privatum ræði" fevnir um "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir privatum ræði" + "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir útlendskum ræði"
- "Undir almennum ræði" fevnir um "Almenn fyrisiting og tænasta" + "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir almennum ræði"