Løn (A-skattað)
17. mar 2026
13,7 milliardir útgoldnar í lønum seinastu 12 mánaðirnar — vøksturin er 7,1 prosent

"Fiskiveiða og aling" eigur góðan triðing av vøkstrinum í lønarkrónum. Hetta kemst serliga av løn í botnfiskiveiðu, sum seinastu 12 mánaðirnar er vaksin við 55 prosentum samanborið við undanfarna tíðarskeið.

910 milliónir krónur, ella 7,1 prosent, fleiri lønarkrónur vórðu útgoldnar í tíðarskeiðinum frá mars 2025 til februar 2026 samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar. 

[px-graph-2]

Um hugt verður eftir trendinum, sæst at vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur seinastu árini. 

[px-graph-1]

Fiskiveiða og aling eigur góðan triðing av lønarvøkstrinum

Talvan niðanfyri vísir A-skattaðu lønirnar á ovasta stigi eftir vinnugreinaflokkingini NACE fyri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við 12 mánaðir frammanundan. Størsta vøkstur í krónum átti "Fiskiveiðu og Aling" undir "Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða", sum átti meira enn triðingin av vøkstrinum. Verður hendan vinnugreinin útgreinað, sæst at vøksturin er serliga stórur í botnfiskiveiðu, har útgoldnu lønirnar vóru góðar 200 milliónir krónur ella 55 prosent størri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið.

Almennu vinnugreinarnar "Heilsu- og Almannaverk" og "Almenn umsiting og verja; lógarkravdar almannaveitingar" hava eisini havt stóran vøkstur við ávikavist 110 milliónum krónum, ella 6 prosentum, og 90 milliónum krónum, ella 5 prosentum. 

[px-graph-5]

Størsti lønarvøkstur í Sandoyar øki

Niðanfyri sæst prosentmunur í útgoldnum lønum seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið býtt á bústaðarøki. Búsitandi í Sandoyar øki høvdu størsta vøkstur við 15,9 prosentum. Búsitandi í Suðurstreymoyar øki høvdu minsta lønarvøkstur við 5,5 prosentum. 

[px-graph-4]

Meira útgreinaði lønarhagtøl um øki eru á økissíðunum: Norðoya øki, Eysturoyar øki, Norðstreymoyar øki, Suðurstreymoyar øki, Vága øki, Sandoyar øki, Suðuroyar øki.

Um lønarhagtølini

Løn sum hagfrøðiligt hugtak er partur av tí breiðu allýsingini av viðurlagi til starvsfólk. Viðurlag er tvíbýtt í a) løn og b) ískoyti hjá arbeiðsgevarum til sosialar skipanir, herundir pensjón. Hugtøkini byggja á allýsingina í tjóðarroknskaparhandbókunum 'System of National Accounts' hjá ST og 'European System of Accounts' hjá Eurostat. 

Eftir hesi allýsing fevnir løn um lønarpartar so sum grundløn, viðbøtur, yvirtíðargjøld, frítíðarløn, starvsfólkaágóðar, men ikki um sosial gjøld hjá arbeiðsgevaranum so sum eftirløn, arbeiðsloysistrygging og barsilsgjald. 

Hagtølini um lønir fevna bert um løn í peningi, ið verður goldin av einum arbeiðsgevara til eitt starvsfólk um samtíðarskattaskipanina. Tískil fevna lønir bara um A-skattskyldugar inntøkur frá arbeiðsgevarum, ið eru búskaparliga virknir í Føroyum. Allar lønir, sum lúka oman fyri nevndu krøv, telja við, uttan mun til um starvsfólkið er búsitandi í Føroyum ella uttanlands. 

PX Web Graph News