Løn (A-skattað)
15. jul 2026
14 milliardir útgoldnar í lønum seinastu 12 mánaðirnar — vøksturin er 6 prosent

Fiskiveiða og aling eigur triðing av vøkstrinum í lønarkrónum. Hetta kemst serliga av løn í botnfiskiveiðu, sum seinastu 12 mánaðirnar er vaksin við næstan 45 prosentum samanborið við undanfarna tíðarskeið.

795 milliónir krónur, ella 6 prosent, fleiri lønarkrónur vórðu útgoldnar í tíðarskeiðinum frá juli 2025 til juni 2026 samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar. 

[px-graph-2]

Vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur seinastu árini. Hetta sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum.

[px-graph-1]

Botnfiskiveiða tilsamans eigur 30 prosent av vøkstrinum

Talvan niðanfyri vísir A-skattaðu lønirnar á ovasta stigi eftir vinnugreinaflokkingini NACE fyri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við 12 mánaðir frammanundan. Størsti vøkstur í krónum átti 'Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða'. Verður hendan vinnugreinin útgreinað, sæst at vøksturin var serliga stórur í 'botnfiskiveiðu', har lønirnar eru vaksnar við næstan 45 prosentum. Verður 'botnfiskiveiða' løgd saman við 'botnfiskiveiðu, sum er virkað umborð', vóru útgoldnu lønirnar tilsamans 244 milliónir krónur størri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið. Hetta er meira enn 30 prosent av samlaða lønarvøkstrinum seinastu 12 mánaðirnar. 

[px-graph-1]

Aðrar vinnugreinar við stórum lønarvøkstri í krónum vóru 'Flutnings- og goymsluvinna', 'Framleiðsluvinna' og 'Heilsu- og Almannaverk' við ávikavist 90, 85 og 84 milliónum krónum. Hesi høvdu ein lønarvøkstur millum 4 og 8 prosent. Niðanfyri síggjast útgoldnu lønirnar fyri hesar vinnugreinar og 'Fiskiveiðu og aling'. Her sæst at lønin í 'Fiskiveiðu og aling' fyri seinasta 12 mánaðar tíðarskeið var serliga stór í desember, februar og mars. Hægri lønirnar í desember og mars skyldast serliga botnfiskiveiðu og tær í februar uppsjóvarveiðu. 

[px-graph-5]

Menn eiga størra partin av lønini og vøkstrinum 

Av samlaðu útgoldnu lønini seinastu 12 mánaðirnar, áttu menn 62 prosent av tilsamans 14 milliardum krónum. Somuleiðis áttu menn størra partin — 67 prosent — av lønarvøkstrinum á 795 milliónir krónur, tá samanborið var við undanfarna tíðarskeið.

Lønin hjá monnum var 6,6 prosent hægri fyri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar. Hjá kvinnum var vøksturin 5,1 prosent. 

Býtt á geira er vøksturin á útgoldnum lønum størst hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði, har vøksturin var 7,1 prosent. Hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði var vøksturin 4,4 prosent. 

[px-graph-3]

Størsti lønarvøkstur í Sandoyar øki

Niðanfyri sæst prosentmunur í útgoldnum lønum seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið býtt á bústaðarøki. Búsitandi í Sandoyar øki hava havt størsta vøkstur við 12,6 prosentum. Norðurstreymoyar øki hevði minsta vøkstur við 3,9 prosentum. Til løntakarar búsitandi uttanlands var útgoldna lønin 2 prosent hægri í mun til undanfarna tíðarskeið.  

Meira útgreinaði lønarhagtøl um øki eru á økissíðunum: Norðoya øki, Eysturoyar øki, Norðstreymoyar øki, Suðurstreymoyar øki, Vága øki, Sandoyar øki, Suðuroyar øki.

[px-graph-4]

Um lønarhagtølini

Løn sum hagfrøðiligt hugtak er partur av tí breiðu allýsingini av viðurlagi til starvsfólk. Viðurlag er tvíbýtt í a) løn og b) ískoyti hjá arbeiðsgevarum til sosialar skipanir, herundir pensjón. Hugtøkini byggja á allýsingina í tjóðarroknskaparhandbókunum 'System of National Accounts' hjá ST og 'European System of Accounts' hjá Eurostat. 

Eftir hesi allýsing fevnir løn um lønarpartar so sum grundløn, viðbøtur, yvirtíðargjøld, frítíðarløn, starvsfólkaágóðar, men ikki um sosial gjøld hjá arbeiðsgevaranum so sum eftirløn, arbeiðsloysistrygging og barsilsgjald. 

Hagtølini um lønir fevna bert um løn í peningi, ið verður goldin av einum arbeiðsgevara til eitt starvsfólk um samtíðarskattaskipanina. Tískil fevna lønir bara um A-skattskyldugar inntøkur frá arbeiðsgevarum, ið eru búskaparliga virknir í Føroyum. Allar lønir, sum lúka oman fyri nevndu krøv, telja við, uttan mun til um starvsfólkið er búsitandi í Føroyum ella uttanlands. 

Orðalýsingar:

  • "Undir privatum ræði" fevnir um  "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir privatum ræði" + "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir útlendskum ræði"
  • "Undir almennum ræði" fevnir um "Almenn fyrisiting og tænasta" + "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir almennum ræði"
PX Web Graph News
Viðm.: Sí niðast fyri lýsing av ræði.