Løntakarar
11. jun 2020
25.700 løntakarar í mai - framvegis langt frá støðinum undan koronu

Í mai vóru góðir 25.700 í løntakaraskaranum. Tað er framvegis langt frá støðinum undan koronu. Hóast tað, eru løntakaratølini í mai nakað frægari enn í apríl.
Løntakarar og lønarískoyti
Løntakarar eru tey, sum í einum mánaði fáa løn útgoldnað frá einum arbeiðsgevara, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Tað merkir, at eisini persónar, sum bæði fáa løn frá arbeiðsgevara og lønarískoyti frá lønarískoytisskipanum, telja við í uppgerðini. Hinvegin telja persónar ikki við, sum einans fáa stuðul ella lønarískoyti frá arbeiðsloysisskipanum.

Myndin niðanfyri vísir eina framrokning av, hvussu mars, apríl og mai kundu væntast at sæð út undan koronufarsóttini, um gongdin í løntakaratalinum annars var óbroytt. Reyðu prikkarnir vísa framroknaðu metingina (punktestimatið) fyri hesar mánaðirnar. Gráa økið vísir óvissuna í framrokningini (80% og 95% sannlíki). Bláu prikkarnir vísa úrslitið av teljingini í mars, apríl og mai í ár. Sostatt vísir munurin millum bláu og reyðu prikkarnar eina ábending um ta ávirkan, sum farsóttin hevur á løntakaratalið.

Løntakarar

Løntakaratalið var um 25.700 í mai. Framrokningin vísir góðar 27.400 løntakarar fyri hendan mánaðin. Munurin er umleið 1.700 løntakarar ella góð 6% samanborið við metingina. 

Sostatt er framvegis langt upp til støðið undan koronu, men hóast tað eru løntakaratølini í mai nakað frægari enn í apríl. 

Fallið er størst í privatu tænastuvinnunum

Tær fýra myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið seinastu tvey árini í teimum fýra vinnugreinabólkunum, 'almennar tænastuvinnur', 'privatar tænastuvinnur', 'fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur' og 'bygging o.o. tilvirking'.

Eins og á myndini omanfyri vísir bláa linjan løntakaratalið, og bláu prikkarnir vísa løntakararnar í mars, apríl og mai í ár, meðan reyðu prikkarnir vísa framroknaðu metingina, sum kundi væntast, um gongdin í løntakaratalinum var óbroytt. 

Ein samanbering millum løntakaratalið, so sum tað er gjørt upp og so sum tað er framroknað í mars, apríl og mai, vísir, at tað serliga eru privatu tænastuvinnurnar, sum bróta frá væntaðu gongdini og eiga størsta partin av fallinum.

Í privatu tænastuvinnunum vóru um 8.000 løntakarar í mai. Framrokningin vísir slakar 8.900. Tað er ein munur á 900 løntakarar ella sløk 10%. Í apríl var munurin 14% samanborið við metingina. Støðan innan privatu tænastuvinnurnar er tí batnað nakað í mai borið saman við apríl.

Privatar tænastuvinnur

Hinir vinnugreinabólkarnir fylgja í størri mun væntaðu gongdini. 

Almenn o.o. tænasta

Byggivinna o.o. tilvirking

Fiskivinna o.o. ráevnisvinna

Vinnugreinar í privatu tænastuvinnunum

Í apríl sást niðurgongdin innan privatu tænastuvinnurnar best í vinnugreinunum 'gistihús og matstovuvirki', 'handil og umvæling', 'flutningur annars' og 'húsarhaldstænastur'. Myndirnar niðanfyri vísir støðuna í hesum vinnugreinum nú ein mánað seinni.

Løntakaratalið innan 'gistihús og matstovuvirksemi' fór niður í helvt í apríl, men í mai eru nú fleiri løntakarar aftur í vinnugreinini.

Gistihús og matstovuvirki

Eftir stóra minking í apríl fylgir løntakaratalið í vinnugreinunum 'handil og umvæling' og 'húshaldstænastur' (m.a. hárfríðkan, vakurleikarøkt, venjingarmiðstøðir, reingerð og ruskinnsavnan) nú í stóran mun tí væntaðu gongdini undan koronu. 

Handil og umvæling

Húshaldstænastur

Innan 'flutning annars', ið fevnir millum annað um flogferðslu, farmaflutning, bussleiðir, rutuferðslu, hýruvognskoyring og annan ferðafólkaflutning á landi, er støðan ikki stórliga broytt í mun til undanfarna mánað.

Flutningur annars

Fleiri útgreinað tøl á aldur, ríkisborgaraskap, kyn og vinnugrein eru í hagtalsgrunninum.

Stutt um løntakarar

Ein løntakari er millum 16 og 74 ár, fær A-inntøku og hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin. Løntakarar eru tey, sum í einum mánaði fáa løn útgoldna, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Hetta, uttan mun til um arbeiðsgevarin er føroyskur ella útlendskur.

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í løntakaratalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.

Stutt um vinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.o. ráevnisvinna fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, Smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting.

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m. (landsfyrisiting, kommunur og ríkisstovnar), Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.

Uppgerðarhátturin fyri løntakarar broyttur

Við nýggja leistinum kann løntakaratalið gerast upp beint eftir eitt mánaðarskifti, meðan løntakarauppgerðin eftir gamla háttinum var tveir mánaðir forskotin. Tað merkir, at nú tíðliga í juni kann løntakaratalið longu gerast upp fyri mai. Eftir gamla leistinum kundi løntakaratalið nú gerast upp fyri mars og ikki longur fram.

Munurin í løntakaratalinum við nýggja og gamla uppgerðarháttinum er umleið 1.000 løntakarar mánaðarliga. Tað vil siga, at um løntakartalið vísti 28.000 eftir gamla háttinum, vísir tað umleið 27.000 eftir nýggja háttinum. Meir um hetta niðanfyri.

Sjálv gongdin í løntakaratalinum, tað vil siga broytingin frá einum mánaði til ein annan, er ikki nógv ávirkað av broytta uppgerðarháttinum.

Munurin í uppgerðarhættunum

Við nýggja uppgerðarháttinum eru teir persónar løntakarar, sum fáa løn tann mánaðin, ið verður gjørdur upp.

Soleiðis er eisini í gamla uppgerðarháttinum, men har eru eisini persónar, sum ikki fáa løn í ein ella tveir samanhangandi mánaðir, taldir við sum løntakarar. Tað merkir, at um ein persónur fekk løn í februar og mai, men onga løn í mars og apríl, varð viðkomandi álíkavæl taldur við sum løntakari eisini í mars og apríl. Henda regla er kallað ‘glopp-reglan’.

Grundin til glopp-regluna í gamla uppgerðarháttinum var, at hjá summum starvsbólkum, serliga sjófólki, hevur lønarútgjaldingin verið meira óreglulig enn hjá øðrum. Í dag eru fleiri sjófólk, ið fáa løn mánaðarliga, so henda reglan er ikki eins viðkomandi longur, sum hon hevur verið.

Vansin við gamla uppgerðarháttinum var, at fleiri persónar av órøttum eru taldir við sum løntakarar í upptalda mánaðinum. Til dømis eru ung lesandi, sum arbeiða sum tænarar á matstovu annan hvønn mánað, tald við sum løntakarar teir mánaðir, ið tey ikki eru til arbeiðis.

Tað ger, at løntakaratalið nú er mett at vera neyvari enn eftir gomlu uppgerðini.

Munir í tølunum

Sum sæst á myndini niðanfyri er munurin í løntakaratalinum eftir nýggja og gamla uppgerðarháttinum umleið 1.000 løntakarar mánaðarliga. Sjálv gongdin í løntakaratalinum, ið er lýst við trendinum, er tó ikki nógv ávirkað av broytingini.

Uppgerðarhættir

Tað framgongur á myndini, at mánaðarligu sveiggini (kámu strikurnar) eru eitt sindur størri í løntakaratalinum við nýggja uppgerðarháttinum. Hetta er grundað á ‘glopp-regluna’, sum er greitt frá omanfyri.

Broytingin í løntakaratalinum er førd aftur til fyrsta uppgerðarár, sum er 1985.

Gamla løntakarauppgerðin er endað og er at finna í hagtalsgrunninum, so til ber at samanbera tølini í nýggju og gomlu uppgerðini.