Løntakarar
13. sep 2021
27.300 løntakarar í august — stendur í stað

Tað vóru 27.300 í løntakaraskaranum í august. Tað eru um 800 fleiri enn í august í fjør.

Trendurin, sum lýsir rákið í løntakaratalinum, vísir, at seinastu mánaðirnar er vøksturin í løntakaratalinum nærum steðgaður upp.

[px-graph-1]

Grafurin omanfyri er livandi. Nú er møguligt at flætta (en. embed) livandi grafar sum hendan í tykkara heimasíðu, eitt nú í tíðindagreinar. Tað gevur brúkarunum á tykkara heimasíðu somu livandi grafar, sum á hagstova.fo.

Við livandi grafum er tað møguligt at halda músina yvir eina linju á grafinum, og soleiðis síggja t.d. løntakaratalið ein ávísan mánað. Eisini er møguligt at hála í tíðarlinjuna og leingja vísta tíðarskeiðið á grafinum, t.d. aftur til 1985 í løntakaratølunum.

Soleiðis flætta tit grafin í tykkara síðu: Trýstið á burgaramenuina (knøtturin við trimum strikum) ovast í høgra horni. Veljið síðani “Flætta graf í síðu”. Trýstið á knøttin “Avrita kotu” og setið inn kotustubban á heimasíðu tykkara.

Menn og kvinnur

Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin. 

Í august vóru um 13.900 menn og 13.400 kvinnur í løntakaraskaranum. Meðan vøksturin í talinum av mannligum løntakarum nærum er steðgaður upp, leggjast kvinnur framvegis afturat løntakaraskaranum, og tí minkar munurin millum kynini. 

[px-graph-2]

Vinnugreinabólkar

Tær báðar myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum mánaðarliga.

Trendurin vísir, at í 'privatu tænastuvinnunum' hómast ein lítil vøkstur, meðan vøksturin sum hevur verið í 'almennari o.a. tænastu' nú er avtakandi. Í byggivinnuni er løntakaratalið eisini farið at minka eftir at hava verið støðugt vaksandi síðani 2014. 

[px-graph-3]

[px-graph-4]

[px-graph-5]

Stutt um løntakarar

Ein løntakari er millum 16 og 74 ár, fær A-inntøku og hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin. Løntakarar eru tey, sum í einum mánaði fáa løn útgoldna, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Hetta, uttan mun til um arbeiðsgevarin er føroyskur ella útlendskur.

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í løntakaratalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.

Stutt um vinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.o. ráevnisvinna fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, Smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting.

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m. (landsfyrisiting, kommunur og ríkisstovnar), Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.

PX Web Graph News