Starvsfólk
19. nov 2025
30.096 starvsfólk í oktober — 200 fleiri enn í fjør

Í oktober vóru 206 fleiri í starvsfólkaskaranum samanborið við sama mánað í fjør, sum er ein vøkstur á 0,7 prosent. Hesin vøkstur er javnt býttur millum kynini. Aftan á Tórshavnar kommunu eru flest starvsfólk løgd aftur at Nes kommunu.

Starvsfólkatalið veksur framvegis, men seinastu árini er vøksturin viknaður. Tað sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum. 

Í oktober vóru 30.096 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 206 starvsfólk, ella 0,7 prosent, fleiri enn oktober í fjør. 

[px-graph-1]

Í oktober vóru góðir 15.400 menn og slakar 14.700 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Samanborið við sama mánað í fjør vóru 109 fleiri menn og 97 fleiri kvinnur, sum bæði eru ein vøkstur á 0,7 prosent. 

[px-graph-2]

Næstflest starvsfólk løgd aftur at Nes kommunu. 

Býtt út á bústaðarkommunur, tvs. har starvsfólkið býr, hevur Tórshavnar kommuna størsta vøkstur av starvsfólkum í tali samanborið við sama mánað í fjør. Har eru tey 102 fleiri. Næst kemur Nes kommuna við 52 starvsfólkum, og trið Sjóvar kommuna við 35 starvsfólkum fleiri. Størsta minking í tali var í Tvøroyra kommunu og Vágs kommunu við ávikavist 15 og 14 starvsfólkum færri.  

Verður hugt at lutfalli, hevur Skálavíkar kommuna størsta vøkstur við 17,6 prosentum ella 12 persónum. Hinvegin hevði Fámjin størstu lutfalsligu minking við 10,4 prosentum ella fimm starvsfólkum. 

[px-graph-3]

 

 

Um starvsfólkahagtølini

Uppgerðin av starvsfólkum fevnir um persónar, ið eru 13 ár ella eldri, og sum í mánaðinum fáa A-skattaða løn svarandi til 4 tímar um mánaðin ella meira gjøgnum Samtíðarskattaskipanina (STSS).  

Hagtøl um starvsfólk og størv fylgja leiðreglunum í handbókunum um starvsfólk og størv hjá International Labour Organization (ILO) undir Sameindu Tjóðum. Sambært ILO er eitt starvsfólk ein persónur í arbeiðsførum aldri, sum í styttri tíðarskeiði hevur verið í starvi hjá arbeiðsgevara og hevur framleitt vørur ella veitt tænastur fyri løn. Hetta fevnir um a) persónar í starvi, sum hava arbeitt minst 1 tíma í tíðarskeiðinum (ofta sett til 1 viku) og b) persónar í starvi, men eru fyribils úr arbeiði (sum til dømis sjúkufarloyvi, barsilsfarloyvi ella avspáking).

Keldan til starvsfólk eru mánaðarligar A-skattaðar lønir ígjøgnum samtíðarskattaskipanina (STSS). Í samsvar við altjóða mátið, sum er 1 tíma um vikuna, er mánaðarliga lønarmarkvirðið roknað sum fýra tímalønir hjá einum arbeiðsfólki, av tí tað eru umleið fýra vikur í einum mánaði. Tímalønin er sett sum minstaløn + frítíðarløn eftir sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tað merkir, at um mánaðarliga lønin er lægri enn markið, telur persónurin ikki við sum starvsfólk tann mánaðin. Sambært Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum, kunnu børn yngri enn 13 ár ikki verða sett í arbeiði, og tað er tískil sett sum niðara aldursmark í hagtølunum. 

PX Web Graph News